Síðsti fótbóltssunnudagurin í ár verður seinnapartin, tá ið næstsíðsta umfar í Formula deildini er á skránni. 27. og síðsta umfar verður leygardagin.
Tað er møguleiki fyri, at FM spurningurin verður svaraður í dag. Tað verður hann, um EB/Streymur vinnur eitt stig á útivølli ímóti niðurflutta Skála.
Veðurforsøgnin fyri seinnapartin sigur, at vindurin fer at vaksa av landssynningi, og at tað verður nakað av avfalli. Hitin liggur alt samdøgrið millum 6 og 11 stig.
Fyrsta bríkslið í øllum dystunum verður kl. 15.
HB-B36: Eiler Rasmussen
Skála-EB/Streymur: Dagfinn Olsen
KÍ-NSÍ: Petur Reinert
B71-Víkingur: Lars Müller
B68-ÍF: Georg Rasmusen
EB/Streymur 51
HB 45
B36 45
NSÍ 41
Víkingur 38
B68 36
KÍ 27
ÍF 27
B71 22
Skála 19