?Tað gongur sum vant.
Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag er heldur fámælt eftir samráðingarfundin við arbeiðsgevararnar týsdagin.
Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag samráðast saman um nýggjan sáttmála og tey høvdu fund við arbeiðsgevararnar allan týsdagin.
Fundirnir verða hildnir á heimavøllinum hjá Ingeborg Vinther í felagshúsinum hjá Føroya Arbeiðarafelag í Tjarnadeild.
Fundurin týsdagin var tann fyrsti veruligi samráðingarfundurin ímillum partarnar.
Og tá ið vit spyrja forkvinnuna í Føroya Arbeiðarafelag, hvussu fundurin gekk, svarar og fámælt:
Tað gekk sum vant.
Tað vil siga: Tað gekk ongan veg.
Ingeborg Vinther sigur, at partarnir hava tosað um ymisk viðurskifti.
Samráðingarhýrurin er fyri so vítt hampiliga góður.
Men enn er so onki ítøkiligt komið burturúr.
Og enn hava partarnir ikki tosa um nøkur av teimum málunum, sum kosta nakað serligt.
Sostatt hava arbeiðarafeløgini ikki lagt síni lønarkrøv fram enn.
Og tað er ikki fyrrenn tey málini, sum kosta krónur og oyru, koma til viðgerðar, at tann sanna vælvildin hjá arbeiðsgevarunum kemur til sjóndar, sigur Ingeborg Vinther.
? Og tá kann tað gott verða, at tað góða samráðingarlagið hvørvur, leggur hon afturat.
Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at eftir tí, sum higartil er komið fram, er tað púra vónleyst at siga nakað um, hvussu samráðingarnar fara at ganga.
? Tað vísir seg ofta, at tað ber væl til at tosa væl saman um ymisk viðurskifti.
? Men so skjótt tey krøvini koma á borðið, sum kosta arbeiðsgevarunum nakað sum helst, skiftir hugburðurin fullkomiliga.
Hatta er skemt
Annars er Ingeborg Vinther samd við formannin í Havnar Arbeiðsmannafelag, sum kallar útspælið hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri skemt.
Formaðurin, Vilhelm M. Johannesen hevur alment sagt í Sosialinum, at Føroya Arbeiðsgevarafelag ætlar at leggja tann nýggja sáttmálan við arbeiðarafeløgini á sama støði, sum hinir sáttmálarnar, sum eru gjørdir á privata arbeiðsmarknaðinum.
Á aðalfundinum í Føroya Arbeiðsgevarafelag endurtók hann, at tað eru ikki ráð til lønarhækkingar og at støðið í teimum komandi sáttmálunum við arbeiðarafeløgini skal liggja onkustaðni millum 0 og 1,5% í lønarhækking, ella har á leið.
Hetta kallaði Karl Johansen fyri skemt.
Og hesuferð er Ingeborg Vinther púra samd við formannin í Havnar Arbeiðarafelag.
? Hatta kann ikki takast í álvara, sigur hon.
Hon leggur afturat, at hon stendur fast við tað, hon áður hevur sagt í Sosialinunum, at eftir hennara tykki kann lønarkravið ikki verða minni enn 10%.
Á aðalfundinum í Føroya Arbeiðsgevarafelag var staðfest, at framgongd var í vinnulívinum, men at vøksturin enn var ov lítil?
?Vinnan kann takka verkafólkinum fyri, at hon er farin at geva yvirskot. ? Vit hava í nógv ár latið vera við at krevja meiri í løn fyri at geva vinnuni møguleikan at fóta sær aftur aftaná kreppuna.
? Og nú vinnan hevur fótað sær aftur, er tað sjálvsagt, at verkafjøldin eisini fær ein part av framburðinum.
? Men tíverri vísir tað seg aftur hesuferð, sum tað altíð hevur gjørt. Nevniliga, at yvirskotið í vinnuni er ongantíð so stórt, at arbeiðsgevararnir unna verkafjøldini eitt tað einasta oyra upp á lønina, um so virkini flóta yvir, sigur Ingeborg Vinther.