Tað gekk ikki alt eftir vild, tá tveir mans skuldu umvæla ein orkuleidning tvørtur um Nordfjorden millum Stavenes og Agjeld í Stryn í Noregi.
Kurvin, teir arbeiddu æi, setti seg fasta 100 metrar yvir Nordfjorden, og har sótu menninir í eitt heilt samdøgur.
Roynt var fyrrapartin at hiva menninar upp í eina tyrlu, men orsakað av veðrinum læt hetta seg ikki gera.
Av tí at menninir vóru vátir og kaldir var síðani roynt at lora teir niður í ein bjargingarbát, og tá bar til.
Menninir eru nú báðir slopnir út kurvini og eru bjargaðir til lands, skrivar vg.no.