##med2##
Mennirnir hjá SÍ gjørdi kvinnunum hjá SÍ kunstin eftir og vunnu seg eisini í steypafinaluna.
Tað gjørdu sørvingar aftaná ein rimmar fimmsettara móti Fleyr, har SÍ fyrst var á odda 1-0 settum, síðani var Fleyr á odda 2-1 í settum. SÍ tók fjórða settið og eisini javnbrótaran. Í javnbrótaranum var Fleyr á odda 10-8, men tað megnaðu sørvingar at venda til ein 15-11 sigur.
Fleyr-SÍ 2-3 (23-25, 25-19, 25-23, 23-25, 11-15)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Óla G. Samuelsen siga frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fimm settunum.
2) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við veteranin hjá SÍ, Jóhan Petur á Stongum og leikandi venjarin hjá Fleyr, Suna Juul Pedersen sum serliga ergrar seg um, at Fleyr var á odda 10-8 í javnbrótaranum, men tapti seinastu løtuna 1-7. Jóhan Petur stórfegnast um at verða í enn einari steypafinalu.
3) Hoyr Magnus Tausen taka samanum ein minniligan fimmsettara. Magnus hevði á orðið ótrúliga stríðsviljan hjá sørvingum, ið teir altíð hava verið kendir fyri. Hesin tiltikni stríðsviljin bar aftur á mál í dag.