Ása Kristiansen 80 ár

Leygardagin 22. juli verður mamma, vermamma og omma okkara, Ása Kristiansen, f. Colbjørnsen, á Skála, 80 ár. Ása er fødd í Hesti, og foreldrini vóru Sivar og Elisabeth, vanliga nevnd Betty. Ása er elst av 5 systkjum, 4 systrar og 1 beiggi.

Sum ung fór Ása til Havnar at ganga í preliminerskúla og fór síðan til Danmarkar at læra til sjúkrasystir á Bispebjerg Hospital. Hon giftist í 1955 við Sigvaldi Kristiansen úr Fuglafirði, sum tá las til lækna. Tey fyrstu árini var mamma einsamøll um at forsyrgja ungu familjuni, manni og tveimum synum, til Sigvald var liðugur við lesturin, og tey fluttu heim aftur í 1960. Ása og Sigvald fingu 4 synir og eiga í dag 15 ommu- og abbabørn.

Í 30 ár arbeiddi mamma sum læknaskrivari hjá pápa, sum var kommunulækni á Skála. Umframt familju og arbeiði hevur hon verið virkin í bygdalívinum, serliga í arbeiðinum í Meinigheitshúsinum. Har hevði hon sunnudagsskúla í nógv ár, og saman við øðrum var hon við til at byrja reglulig ungdómsmøti í bygdini.

Mamma hevur altíð dámað væl at verið úti í náttúruni, og vit hava góð minni um mangan hugnaligan hagatúr sum smádreingir. Vit minnast eisini við gleði aftur á felags uttanlandsferðir í sambandi við rundar føðingardagar hjá tykkum báðum og ikki minst frálíka gullbrúdleypstúrin í Hetlandi síðsta summar, har vit eisini fingu Oyggjaleikirnar við.

Ásu dámar væl at binda, og tað munnu vera hundraðtals pløgg, sum hon hevur bundið til okkum í familjuni. Hon er hjálpsom at taka eina hond í, og ofta hevur verið gott at kunna heitt á hana um at vera dadda, bæði á Skála, í Kollafirði, á Strondum og í Værløse.

Mamma kann í dag hyggja aftur á 80 hendingarík ár, har stórar broytingar eru farnar fram. Eitt virkið lív, har hon saman við manninum hevur bygt upp eitt hugnaligt heim, sum altíð tekur væl ímóti gestum, serliga ommu- og abbabørnunum. Góða mamma, vermamma og omma - vit ynskja tær hjartaliga til lukku við degnum og Guds signing framyvir.

Súni, Arnbjørn, Regin og Bogi v/ familjum