Sær betri út við svartkjafti

Samráðingar eru í hesum døgum á embætismannastigi í hølunum hjá NEAFC í London.

 

Frá mánadegnum, 14. oktober til mikudagin, 16. oktober, verða samráðingarnar um svartkjaft. Strandarlond eru Føroyar, ES, Ísland og Noreg. Russland luttekur á fundinum sum eygleiðari, tí Russland hevur áhugamál í svartkjaftinum í altjóða sjógvi.

 

- Svartkjaftastovnurin hevur verið sera illa fyri seinastu árini, og mest loyvda veiðan í 2011 var søguliga lítil. Nú tykjast útlitini betri, tí tilgongd er aftur til stovnin. ICES mælir til í 2014 at seta eina heildarkvotu upp á 949.000 tons. Heildarkvotan í 2013 er 643.000 tons.

 

Tað veit Fiskimálaráðið at siga.
 

Samráðingarnar um skipan av fiskiskapinum eftir kongafiski í Irmingarhavinum vóru 8. og 9. oktober. Hesar samráðingar vóru millum Føroyar, Grønland, Ísland, ES, Noreg og Russland, harav Føroyar, Grønland og Ísland eru strandarlond.

 

Í 2011 varð avtala gjørd um, hvussu fiskiskapurin skal skipast í 2011 til 2014. Avtalan fevnir um eitt býti millum londini og eina árliga heildarkvotu frá 2011 til 2014.

 

Russland er ikki partur av hesi avtalu. Eitt av málunum, sum skilir partarnar, er støðutakanin til vísindaliga tilmælið um kongafiskin.
 

Samráðingarnar um skipan av fiskiskapinum eftir kongafiski í Norðurhøvum vóru 10. og 11. oktober.  

 

- Fiskiskapurin hevur seinastu árini verið skipaður við felagskvotu fyri øll londini undir einum. Skipanin fyri kongafisk í Norðurhøvum verður vanliga samtykt á NEAFC ársfundinum, sum er í november, men NEAFC-limalondini plaga tó at hittast áðrenn fyri at royna at finna semju um eina samtykt innan ársfundin.

 

Noreg er formansland fyri hesum samráðingum, sum eru millum ES, Føroyar, Grønland, Ísland, Noreg og Russland.
 

- Allar samráðingarnar eru á embætismannastigi og eru í hølunum hjá NEAFC í London. Í føroysku samráðingarnevndini eru umboð fyri Fiskimálaráðið, Havstovuna,Vørn og vinnuna, sigur Fiskimálaráðið.