Sävehof tapti fyri Gummersbach í Partille

Evropeiska ævintýrið hjá Ísaki Vedelsbøl og Óla Mittún er liðugt á hesum sinni

Í kvøld leiktu Ísak Vedelsbøl, Óli MIttún og liðfelagarnir í Sävehof tað sum bleiv seinasti dysturin hjá teimum í EHF European League hetta kappingarárið.

 

Í seinasta dystinum í bólki H tapti Sävehof á heimavølli í Partille 25-28 fyri bundesligaliðnum, Gummersbach sum vinnur bólkin við 10 stigum.

 

Sävehof er nummar trý í bólkinum við fýra stigum fyri seks dystir. Gummersbach var á odda 14-10 í steðginum.

 

Ísak skoraði tvey mál upp á tvær málroyndir, og Óli skoraði eitt mál upp á tað eina málroyndina hann fekk í dystinum.

 

THW Kiel vann uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu 37-35 (21-15) á Vojvodina í Wonderino høllini í Kiel.

 

Kiel vinnur bólk E við fullum stigatali, 12 stigum. Vojvodina hevur eisini vunnið seg víðari í kappingini. Teir hava átta stig á øðrum plássinum.

 

Klokkan 19.45 byrjaði dysturin hjá Allani Norðberg, Bjarna í Selvindi og liðfeløgunum í Vali á útivølli móti Porto.

 

Valur hevur tvey stig í bólki F, og teir kunnu í besta føri røkka triðja plássinum í bólkinum.

 

Flensburg-Handewitt hevur ikki brúkt Jóhan á Plógv Hansen nógv í bólkaspælinum í European League.

 

Klokkan 19.45 byrjaði heimadysturin hjá Flensburg móti Karvina í bólki G. Flensburg hevur longu vunnið bólk G.