Sävehof vann eisini aðru hálvfinaluna

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof kunnu tryggja sær finaluplássið á heimavølli komandi fríggjakvøld

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof standa nú við sera góðum kortum í hálvfinaluuppgerðini móti verandi meistarunum, Kristianstad.

 

Sävehof vann eisini aðru hálvfinaluna í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Á útivølli í Kristianstad í kvøld vann Sävehof 31-26. Í steðginum var Sävehof á odda 14-12.

 

Óli gjørdist saman við Sebastian Spante toppskjútti hjá Sävehof. Teir skutu fimm mál hvør. Óli legði eisini upp til tvey mál í dystinum.

 

Sävehof sum er á odda 2-0 í hálvfinaluuppgerðunum kann á heimavølli í Partille komandi fríggjakvøld klokkan 18 tryggja sær sessin í finalunum um svenska meistaraheitið.

 

Komandi týsdag klokkan 17.45 spælir Sävehof seinnu fjórðingsfinaluna móti liðnum hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg Handewitt á útivølli. Flensburg vann fyrru fjórðingsfinaluna 41-30 (22-14), so tað verður sera torført hjá Óla og liðfeløgunum at vinna seg víðari í kappingini.