Vunnu stórsigur í fyrru áttandapartsfinaluni í steypakappingini

Liðið hjá Óla Mittún hevur kós móti fjórðingsfinalunum í svensku steypakappingini. Liðið hjá Róa Ellefsen á Skipagøtu var fyri greiðum tapi

Bæði føroyingaliðini í bestu svensku hondbóltsdeildini spældu í dag fyrru áttandapartsfinalurnar í svensku steypakappingini.

 

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof ferðaðust í dag suður til Malmö fyri at spæla dyst móti HK Malmö.

 

Sävehof vann stórsigur 30-19. Í steðginum var Sävehof á odda heili 18-6, og tí kundu teir taka sær meira av løttum í seinna hálvleiki.

 

Óli gjørdist saman við Felix Møller og Sebastian Spante toppskjútti hjá Sävehof. Teir tríggir skutu fimm mál hvør. 

 

Seinna áttandapartsfinalan verður spæld í Partille komandi mikukvøld klokkan 18. 

 

Verri gekst í hond hjá Róa Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgunum í Hallby. 

 

Hallby tapti í fyrru áttandapartsfinaluni á heimavølli 29-36 fyri Önnered. Önnered var á odda 20-14 í steðginum.

 

Rói skoraði tvey mál í dystinum.

 

Tað sær sostatt svart út hjá Hallby at vinna seg víðari í steypakappingini. 

 

Seinna áttandapartsfinalan verður leikt í Göteborg komandi mikukvøld klokkan 18.