Sävehof var fyri fyrsta tapinum hetta kappingarárið

Føroyingarnir hjá Sävehof skutu átta mál

Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof vóru í dag fyri fyrsta tapinum í bestu svensku hondbóltsdeildini hetta kappingárið.

 

Á heimavølli í Partille tapi Sävehof sera óvæntað fyri 32-35 fyri Malmö. Í steðginum var støðan javnleikur 16-16. 

 

Sävehof var risastórur favorittur hjá veddingarfyritøkunum, so talan er um eina hálva sensasjón.

 

Tað gekk kortini væl hjá Óla. Óli skoraði sjey mál og legði upp til tvey mál, og var sambært hagtølunum næst effektivasti leikarin hjá Sävehof. Ísak skoraði eitt mál upp á tveir málmøguleikar.

 

Sävehof er nummar trý í deildini við seks stigum fyri fýra dystir. Kristianstad er fremst í deildini við sjey stigum. 

 

Komandi mikukvøld klokkan 18 verður føroyingauppgerð. Tá taka Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby móti Sävehof á heimavølli í Jönköping.