Safir var deiligt!

»Eg síggi teg hvønn tann einasta dag«. Soleiðis byrjar sangurin »Tú ert so deilig!«, men tað kann ikki heilt sigast um bólkin sjálvan og áhoyrararnar

Tað er ógvuliga langt ímillum, at Safir framførir, men deiligir eru teir, tá teir standa á palli. Inni í tjaldinum gloymdu áhoyrararnir alt um ófantaliga veðrið uttanfyri, meðan Tór Verland Johansen og Janus Trúgvason við bólki undirhildu.

Og undirhald var tað. Tí Safir er meira enn bara tónleikur. Tað er meiri enn gittarin og djúpa røddin hjá Janusi Trúgvason, og celloin og sn