Sagt millum vinir: - Við hvørt gera føroyingar ov nógv av

Í sambandi við setanarrøðuna hjá forsætisráðharranum í vikuni, var orðskifti í Fólkatinginum hósdagin, har Johs. M. Olsen, fólkatingalimur gjørdi viðmerkingar, m.a. um ríkisfelagsskapin, sum Poul Nyrup Rasmussen svaraði


Í samband við at bert fáar reglur vóru um Føroyar í setanarrøðuni hjá Poul Nyrup Rasmussen, tá Fólkatingið fór aftur til arbeiðis, gjørdi Johs. Martin Olsen nakrar viðmerkingar, har hann m.a. segði seg stúra fyri ríkisfelagsskapinum.

- Tað geri eg fyri so vítt eisini. Eg vil ikki dylja, at hetta ørkymlar meg, segði Nyrup Rasmussen, og helt fram:

- Av og á havi eg kent tað sum hava føroyingar havt í so nógv at okkum dønum. Tí kenni eg tað - um æktaður vinskapur skal hava nakað virði - eisini at svara aftur. Tey fáu orðini, sum eg vil siga, verður tí sagt í einum vinarligum anda.

- Við hvørt kenist tað, sum er fjarstøðan ógvuliga stutt, tá føroyingar vilja leggja skyldina fyri allar trupulleikar í Føroyum á danskar herðar, og serliga á donsku stjórnina.


Eg veit tað væl

- Danska stjórnin hevur ikki alla skylduna av støðuni í Føroyum.

- Tað veit Johs. M. Olsen. Eg veit tað eisini væl, og tað vita øll, segði forsætismálaráðharrin.

- Eg ásanni at freistingarnar eru stórar i politkkki at siga, at tað eru hini, sum hava høvuðsábyrgdina, segði hann.

Vit skáka okkum ikki undan ábyrgd

Forsætisráðharrin segði, at danska stjórnin ikki skákar sær undan ábyrgd, men vildi bert siga við stillisligari rødd: ?- Millum vinir tosa vit um medábyrgd og eisini atfinningar³, segði Nyrup.

Hann helt, at Føroya fólk hevði eina ábyrgd, og ikki minst føroyskir politikarar, fyri hendingum, góðar og ringar, sum eru farnar fram seinastu árini.

Viðvíkjandi ríkisfelagsskapinum setti Johs. M. Olsen spurningin, hvønn týdning ríkisfelagsskapurin millum londini, hevði fyri donsku stjórnina?


Vit fara at tosa saman aftur

- Ríkisfelagsskapurin er komin fyri at vera, segði forsætisráðharrin. Hann var sannførdur um at Ríkisfelagsskapurin er grundvøllurin, ikki bert í hesi øld, men eisini í komandi øldim. Tí var hann eisini sannførdur um, at føroyingar og danir fóru at megna tosa saman frameftir, eisini á slíkan hátt, at teir ikki misskiltu hvønn annan.

- Tað fara vit eisini at megna tá veruleikin skal standa sína roynd, í sambandi við at kanningarnevndin í bankamálinum kemur við síni niðurstøðu. Tað fara vit tosa um, tá tann dagur kemu r.


Fyrst tosaálvarsmál

- Áðrenn hetta skulu vit tosa um tvey mál, sum skulu avgreiðast. Vit skulu tosa um afturgjaldingina av av lánunum, sum danski staturin veitti føroyingum. Har eru nakrar tíðarfreistir sum skulu haldast. Tað er at fegnast um, at løgmaður og eg júst fyri fáum døgum síðan hava staðfest tað, segði Nyrup Rasmussen.

Viðvíkjandi Framtaksgrunninum játtaði Nyrup at geva sítt tilmæli til at finna eina loysn á fíggjarligu trupulleikum grunsins, og at skifta orð um, hvussu konvertering av lánspeningi til eginogn skuldi skipast.

Nyrup Rasmussen endaði sína viðmerking, við at siga til føroyska fólkaltingslimin:

- Vit hava nógv felagsmál at arbeiða við harra Johs, M. Olsen, og vit hava felags fatan av hesum málum.