Sagt um jól:

Jólamaðurin hevur fatur á tí rætta: vitja fólk einaferð um árið
Victor Borge danskur skemtari

Jól eru ikki ein tíð á árinum, men ein sinnisstøða. At fremja frið og vælvild, at vísa miskunsemi er at hava rætta jólaandan. Um vit hugsa um hetta, so verður ein frelsari føddur í okkum, og yvir okkum vil ein stjørna lýsa, sum sendir sítt skin av vón til heimin.
Calvin Coolidge, amerikanskur presidentur 1923-29

Gleðilig, gleðilig jól, sum kunnu vinna okkum aftur til barndómsins illusjónir, sum kunnu minna tann gamla mannin á hansara ungdóms gleðir, og sum kunnu flyta tann siglandi og ferðandi túsindavís av kilometrum, aftur heim til teirra egnu peis og róliga heim.
Charles Dickens, enskur høvundur

Eg gavst at trúgva uppá jólamannin, tá eg var seks ár. Mamma mín tók meg við í eina sølumiðstøð at hitta jólamannin, og hann bað meg um mín autograf.
Shirley Temple, amerikonsk barnastjørna