Ársins bólkur 2008 gjørdist The Dreams. Í ár siga teir sína hugsan um tilnevningarnar til >>Ársins bólk ella einstaklingur 2009.<< -Tað er eitt sindur snedigt, at TÝR ikki eru tilnevndir, sigur Heini Mortensen, limur í The Dreams.
-Teir hava klárað tað nógv betri enn nakar av okkum, ið eru tilnevnd, og teir gera nógv meira eisini. Teir eru kanska ikki tilnevndir, tí at teir ikki eru so populerir heima í Føroyum. Teir gera ikki so nógv um seg í Føroyum, men annas koyra teir sum oftast ahead.
Eingin annar er ordiliga saknaður, heldur Heini Mortensen, sum eisini heldur, at allir bólkarnir annars eru upplagdir til tilnevningina.
-Páll Finnur Páll hava ikki gjørt nakað nýtt, men teir eru rættiliga populerir. Teir eru sum tann nýggju Frændur. Orka er eisini ein spennandi bólkur, og Høgni plagar at vera í gongd, flennir Heini.