Vit hugsa kanska ikki so nógv um tað, men fert tú ein túr gjøgnum býin tíðliga ein vanligan sunnumorgun, so síggjast gøtusópararnir hjá Tórshavar kommunu til arbeiðis – at taka upp eftir teimum, sum stuttleika sær í býnum um náttini.
Havnin sær tá summstaðni út sum eftir eina ólavsøkunátt, tí nógv órudd liggur og flýtur í gøtunum, og hvørki tey sum selja ella tey sum keypa alt hetta óruddu taka tað upp eftir sær.
Men býurin er altíð reinur, áðrenn fólk vanliga eru á fótum sunnudagar. Men tað er hann als ikki nú. Vit síggja fylt rusíløt, har eisini nógv órudd liggur rundanum, og so tað sum er tveitt á gøtuna um náttina, sum eingin nú er at taka upp.
Tað er tó eitt sindur ymist, tí onkur av teimum, sum selja mat og drekka um náttina rudda upp uttan fyri hjá sær sjálvum, men ikki øll.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##