Salah søguligur í stórsigri á Solskjær og United

Premier League: Liverpool hevur í kvøld vunnið heili 5-0 á Manchester United

Mohamed Salah bleiv í kvøld fyrsti spælarin í Premier League, at skora hattrik á Old Trafford móti Manchester United. Liverpool vann ein knúsandi 5-0 sigur, ið kann fáa avleiðingar fyri venjaran hjá Manchester United, Ole Gunnar Solskjær.

 

Tað hava verið krepputekin í Manchester United í hesum kappingarárinum, men hvørja ferð hevur Cristiano Ronaldo bjargað teimum. Soleiðis bleiv ikki í dag, tá Liverpool var á vitjan á Old Trafford.

 

Gestirnir hava minst trý mál í fleiri av útidystunum í hesum kappingarárinum. Tað høvdu teir longu gjørt eftir 38 minuttir móti Manchester United. Naby Keita, Diogo Jota og Mohamed Salah skoraðu fyrstu málini.

 

Beint fyri hálvleik økti sami Mohamed Salah til 4-0. Í seinna hálvleiki setti hann punktum við hattriki til 5-0. Cristiano Ronaldo helt, at hann hevði minkað um munin, men málið bleiv kolldømt fyri rangstøðu, eftir eitt VAR-tjekk.

 

Manchester United fekk eisini Paul Pogba útvístan, eftir at hann sendi Naby Keita heim á eini børu við eini ógvusligari takling. Spælararnir hjá Liverpool vildu eisini, at Cristiano Ronaldo skuldi hava ostaskorpuna, tá hann eftir at dómarin hevði bríkslað fyri frísparki, sparkaði bóltin í búkin á Curtis Jones. Tað endaði við gulum korti.

 

Hetta er fystu ferð, at ein spælari skorar hattrik á Old Trafford móti Manchester United í Premier League. Hetta tangerar størstu tapini hjá Manchester United á heimavølli í Premier League. Fyri tíggju árum síðani vann Manchester City 6-1, og tað gjørdi Tottenham eisini í farna kappingarári.

 

1Chelsea971123:322
2Liverpool963027:621
3Manchester City962120:420
4West Ham952216:1017
5Brighton94329:915
6Tottenham95049:1315
7 

Manchester United

 
942316:1514
8Everton942315:1414
9Leicester942315:1514
10Arsenal942310:1314
11Wolves94149:913
12Brentford933311:912
13Aston Villa931513:1510
14Watford931512:1710
15Crystal Palace916211:149
16Southampton91538:128
17Leeds91448:167
18Burnley90457:154
19Newcastle904511:204
20Norwich City90272:232