Áhugin var ógvuliga stórur, tá ið sangbólkurin Salt herfyri hevði konsertir í Løkshøll.
Mikukvøldið verður nýtt høvi at hoyra Salt syngja. Tá verður konsert í Siloa í Fuglafirði. Umframt Salt fer sangkórið í Siloa við Eyðuni á Lakjuni sum leiðara at syngja.
Kórið fer at syngja traditionellar jólasangir við góðum og fjølbroyttum útsetingum – og frálíkum solorøddum.
A capella-bólkurin SALT, sum hevði eitt framúrskarandi “comeback” í Løkshøll fyrr í mánaðinum, fer eisini at syngja nakrar sangir.
Aftan á konsertina, sum verður klokkan 21 mikukvøldið, verður ein drekkamuður at fáa.