Nógv vilja hava heilsugóðan mat, sum kann goymast leingi í stovuhita, nú korona-herjar um heimin. Sambært kystmagasinet.no hevur serliga støðan ført til, at útflutningurin av saltfiski og turkaðum hvítfiskavørum hevur góðar dagar.
Í greinini verður víst á, at tilsamans útflutti Noreg klippfisk, turran fisk og saltfisk - ella konventionellar vørur, sum tær eisini verða róptar - fyri næstan sjey miljardir norskar krónur í 2019.
Tølini fyri fyrsta fjórðingsár í ár benda á, at virðisøkingin av hesum vørum hevur verið enn størri í ár, hóast ótryggleikan, sum er í heimshandlinum orsakað av korona-smittuni.
Fyrsta fjórðingsár í ár útflutti Noreg tilsamans 31.887 tons av konventionellum hvítfiskavørum fyri 1,9 miljardir norskar krónur. Hetta er ein minking í tonsum á tvey prosent, men ein vøkstur í prísi á 16 prosent samanborið við somu tíð í fjør.
Veksandi prísir orsakað av veiku norsku krónuni er ein týðandi orsøk til virðisøkingina. Tað er serlig klippfiskur og saltfiskur úr toski, sum skapa virðisøkingina.
- Týdningarmesti klippfiskamarknaðurin hjá norskum útflytarum er Portugál, skrivar kystmagasinet.fo í forvitnisligari grein, nú líkt er til, at korona-kreppan hevur latið nøkur av føroysku saltfiskavirkjunum aftur.