Sam og Ternan um Leirvíksfjørð

Komandi mánadag fer Dúgvan til árligt eftirlit á Tórshavnar Skipasmiðju. Tá hon er liðug, fer Ternan somuleiðis til eftirlit. Hetta hevur við sær, at komandi seks vikurnar verður ferðaætlanin broytt

Frá mánadegnum 2. februar og umleið tríggjar vikur fram fer Sam í sigling um Leirvíksfjørð saman við Ternuni. Hetta tí at Dúgvan skal til árligt eftirlit. Mett verður, at Dúgvan verður burtur í tríggjar vikur, og tá hon er liðug, skal Ternan somuleiðis til árligt eftirlit eisini í tríggjar vikur. Tað vil siga, at Sam kemur at sigla í einar seks vikur saman við øðrum av hinum skipunum í seks vikur um Leirvíksfjørð.
Hetta hevur somleiðis broytingar í ferðaætlanini við sær. Frá mánadegnum av verður tað soleiðis, at tá Ternan fer av Klaksvík, fer Sam av Leirvík, og fer hann tó bert at sigla gerandisdagar, fyrsta túr klokkan 8.00 av Klaksvík og seinasta túr klokkan 17.45 av Leirvík.
Sam hevur ikki neyðugu loyvini at sigla sum ferðamannaskip, og siglir tí sum farmaskip. Tað vil siga, at lastbilar og trailarar hava framíhjárætt. Tískil heitir Strandfaraskip Landsins á allar fyritøkur um at laga teirra flutning um fjørðin eftir ferðaætlanini hjá Sam, soleiðis at mest møguligur farmur verður fluttur við Sam.
Sum farmaskip hevur Sam bert loyvi til at hava 12 ferðafólk við. Tað merkir so, at persónbilar kunnu sleppa við, um pláss er, men bert við førara.
Somuleiðis sleppa ferðafólk til gongu umborð, um ferðafólkatalið er undir 12, tá øll akfør eru komin umborð.
Broytingarnar í ferðaætlanini verða lýstar nærri í bløðunum og á heimasíðuni hjá Strandferðsluni www.ssl.fo