Leirvíkingar hava ikki verið í 1. deild síðani í 1993. Teir vilja fegnir sleppa aftur í bestu deildina, og teir hava fleiri ferðir verið tætt við. Í fjør vunnu teir fyrra uppflytingardystin ímóti Sumba 2?1 á heimavølli, men so taptu teir 2?0 á Krossinum í Sumba.
Leygardagin endurtók fyrri parturin av søguni seg, og so er spurningurin, hvussu tað verður komandi leygardag, tá leirvíkingar fara suður.
? Vit eru sera spentir. Um líkindini ikki vera góð, so fara vit suður fríggjakvøldið, men annars fara vit ikki fyrrenn leygardagin, sigur Harry Benjaminsen, sum er venjari hjá LÍF. Annar av pólverjunum, Tomek, verður leikbannaður leygardagin, og tað ásannar venjarin er ein smeitur, men tað er møguligt, at Hjørleif Olsen, sum hevur verið skaddur, verður í ferðalagnum til Sumbiar.
Kristian Eliasen var ikki við í Leirvík, og hann verður ikki komin aftur av námsferð, tá farið verður til Sumbiar.
? Vit arbeiddu við at fáa Kurt Mørkøre heim úr Noregi at hjálpa okkum, men tað eydnaðist tíverri ikki. Kurt var sjálvur við uppá tað, og felagið hjá honum hevði einki ímóti tí, men venjarin segði nei. Tað kemur ikki upp á tal at fáa Kurt við til Sumbiar, tí Sogndal spælir síðsta landskappingardystin komandi vikuskifti, veit Harry Benjaminsen at siga.
Tepur sigur
Líkindini í Leirvík kundu havt verið betri. Tað oysregnaði, og hvirlurnar vóru harðligar. Kortini var spælandi, og har var fitt av fólki, sjálvt um tað ikki var so nógv, sum tað kundi havt verið, um líkindini høvdu havt verið betri. LÍF kom á odda, tá eitt stórt korter var farið. Jonhard Høgnesen stútaði í kassan, eftir at Kristian á Reynatrøð við høvdinum hevði longt innkast úr høgru.
Men sumbingar javnaðu nakrar fáar minuttir seinni. Liðformaðurin hjá teimum, Dánial Johan Joensen, sendi fríspark aftanfyri miðstrikuna inn í brotsteigin hjá LÍF, eingin vandi tóktist vera á ferð, tí málverjin tók bóltin, men ólukkutíð fyri leirvíkingar, so misti hann bóltin afturum seg og í málið.
Tíggju minuttir restaðu, tá LÍF fekk sigursmálið. Tað skoraði Tomek, eftir at Mirek Gil var farin til baklinjuna í vinstru og hevði lagt innfyri.
Leirvíkingar trýstu fyri at økja um leiðsluna, men tað eydnaðist ikki. Teir høvdu eina ferð bóltin í netinum, tá støðan var 1?1, men linjuverjin veittraði fyri rangstøðu, og tað søgdu teir á heimaliðnum seg ikki skilja.
Eitt leikbann
Sumbingar, ið høvdu Baja heilt frammi og Mortan úr Hørg sum hangandi álopsmann, vóru eitt sindur varnir og ikki høvdu so nógvar málmøguleikar í Leirvík, rokna framvegis við, at tað er góður møguleiki fyri, at teir fara at megna at tryggja sær rættin til triðja árið upp í slag at vera í 1. deild.
Tað ætla teir at gera á heimavølli leygardagin, men tá verður Peter Jørgensen ikki við, tí hann fekk gult kort í Leirvík og er tískil leikbannaður. Birgir Jørgensen, Jan Poulsen og René Thomsen vóru á beinkinum í Leirvík, og tað verður ivaleyst ein teirra, sum fær møguleikan frá fyrsta bríksli leygardagin.
LÍF: Hallur Hansen ? Tórhallur Justinussen, Ove Heinesen, John Olsen ? Erik Lervig, Tomek Resel, Mirek Gil, Kaj Eli Olsen (Árni Jacobsen, 61.), Poul Suni Dam ? Jonhard Høgnesen (Petur Sjúrðarbeg, 52.), Kristian á Reyatrøð
Sumba: Fróði Mortensen ? Trygvi Nielsen, Dánial Johan Joensen, Páll Magnar Kjærbæk, Bergur Vinther, Peter Jørgensen ? Eirikur Joensen (René Thomsen, 75.), Nikola Biberdzic (Jan Poulsen, 82.), Spasojé Biberdzic ? Mortan úr Hørg, Nebosja Velkovic (Birgir Jørgensen, 71.)