Sámal Erik: Eg eri glaður fyri møguleikan

Nýggi venjarin hjá AB hevur fingið loyvi frá Fótbóltssambandinum, at verða venjari hjá AB og U21-landsliðsvenjari

Sámal Erik Hentze er nýggjur venjari hjá AB, eftir at hann hevur fingið loyvi frá Fótbóltssambandinum, at verða venjari hjá U21-landsliðnum og einum felagi. Á Argjum hava tey arbeitt leingi við at fáa loyvi frá Fótbóltssambandinum, til at seta Sámal Erik Hentze sum venjara. Hann hevur eitt hálvt ár eftir at sáttmálanum við U21-landsliðnum og honum dámar tað væl.

 

- Eg eri glaður fyri at vera venjari hjá U21-landsliðnum og góðtók, at eg ikki helst ikki kundi verða venjari hjá einum felagi samstundis, men nú hevur Fótbóltssambandið broytt støðu og AB hevur bjóðað mær starvið sum venjari, sigur Sámal Erik Hentze og leggur afturat:

 

- Eg havi verið burtur frá dagliga fótbóltslívinum í eina tíð. Nú kenni eg meg kláran til at átaka mær eina uppgáva og eg havi verið venjari hjá AB fyrr. Hetta er er eitt felag, sum eg kenni væl og tey hava víst mær stóran áhuga, sigur nýggi venjarin hjá AB.

 

Sostatt verður Sámal Erik Hentze venjari hjá bæði AB og U21-landsliðnum komandi hálva árið. U21-landsliðið hevur í hesum tíðarskeiðnum fýra dystir. Á útivølli móti Fraklandi og Norðurmakedónia, og móti Ukreina og Serbia á heimavølli.

 

- Vit hava ein rímiliga væl samanspældan hóp á U21-landsliðnum. Tað er eitt starv, sum eg trívist væl í, men eg sakni eisini at arbeiða við fótbólti í tí dagliga. Nú fáa vit so at síggja hvat hendir í summar, tá sáttmálin við U21-landsliðið gongur út, sigur Sámal Erik Hentze, sum í fjør seldi byggifyritøkuna hjá sær, Húsavarðartænastuna.

 

Hann Hetta er fjórðu ferð, at Sámal Erik Hentze tekur við sum venjari hjá AB. Hann var í felagnum frá 2002 til 2003, frá 2010 til 2013, og í 2015.