Yvirlýsing: Saman vinna vit stríðið

Soljóðandi yvirlýsing hava arbeiðarafeløgini sent út í kvøld, nú tað er greitt, at semingsroyndin ikki bar á mál, og samráðingarnar eru slitnaðar.

 

Góðu Føroya fólk, av hjarta vilja vit takka tykkum fyri, at tit hava staðið við okkara lið í hesi verkfalstíð. Vit vita, at tykkara gerandisdagur er nógv órógvaður av verkfallinum. 

 

Tí harmast vit veruliga, at semingin ikki bar á mál. Fyri arbeiðarafeløgini merkir hetta, at verkfallið heldur fram.

 

Okkara átøk skulu fyrst og fremst raka limirnar í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

At Vinnuhúsið hevur biðið sínar limir um at skerja lønina hjá øðrum starvsfólki, ið ikki fáa møtt til arbeiðis orsaka av verkfallinum, leggur bara stein oman á byrðu hjá vanligum fólki. 

 

Tí hava vit avgjørt at virka fyri, at dagstovnar aftur kunnu lata upp. Vit geva tí undantøk á dagstovnaøkinum til reingerðarfólk og burturbeining av ruski frá mánamorgni 10. juni, soleiðis, at barnafamiljur aftur sleppa til arbeiðis. 

 

Vit vita, at vit bert røkka á mál við at leggja enn størri trýst á arbeiðsgevararnar, ið ikki fáa útflutt ella innflutt vøru og sum ikki fáa brennievni.

 

Tí vóna vit eisini, at hesi undantøk vísa, at hetta er ikki eitt stríð móti Føroya fólki, men eitt stríð fyri verkafólki. 

 

Tøkk fyri stuðulin, saman vinna vit stríðið fyri ordiligari løn til verkafólk!

 

Vegna arbeiðarafeløgini,

 Heri Reynheim

Georg F. Hansen

Vigdis Johannesen

Jastrid W. Niclasen

Absalon Hansen

 

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/samradingarnar-eru-slitnadar