Dómararnir fingu av at vita, tá italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, var í rættinum í Milano í dag, har hann er ákærdur fyri svik.
-Í okkara demokratii eru slíkir dómarar sum krabbamein, segði Berlusconi. Samstundis legði hann eftir ákæruvaldinum og segði, at ákærurnar ímóti sær eru politiskar.
Í rættinum er tann 74 ára gamli Silvio Berlusconi ákærdur fyri at hava goldið fyrrverandi sakførara sínum 600.000 amerikanskar dollarar aftur fyri falskan vitnisburð. Sakførarin, bretin David Mills, fekk fyri tveimum árum síðani hálvt fimta ára fongsul fyri at hava tikið ímóti pengunum.
Berlusconi sigur, at einki hald er í ákæruni. Rættarmálið er fyribils útsett til næsta mánadag.