Fótbóltur
Á seinasta aðalfundi feldu limirnir í TB eitt uppskot um møguliga samanlegging við VB/Sumba. Táverandi formaðurin í TB segði ta ferðina, at hann hevði roknað við einum nei, men at uppskotið eins nógv varð lagt fram, soleiðis at verulig gongd kundi fáast á hugskotið um leggja feløgini saman.
Og líkt er til, at tankin er mýktur nakað síðani. Seinastu tíðina hava VB/Sumba og TB arbeitt við møguleikanum, og báðir partar tykjast avgjørt sinnaðir at fara í samstarv.
Jóan Petur Olgarsson, formaður í TB, vil tó ikki gera ítøkiligar viðmerkingar til prátið um samanlegging.
- Vit hava arbeitt í eina tíð við málinum, og samráðingarnar millum nevndinar í felagnum hava gingið heilt væl. Enn vil eg tó ikki tosa ítøkiligt um hetta, tí tað verða fyrst og fremst limirnir, sum skulu taka avgerð um málið. Tí er setningurin her og nú at gera eitt uppskot til sáttmála um samanlegging, og vit miðja eftir, at hetta verður klárt at leggja fyri ein eykaaðalfund um mánaðarskiftið.
Við Dimmalætting í gjár segði Bjarni Johansen, formaðurí VB/Sumba, at hann er rættiliga vísur í, at ætlanin gerst veruleiki.