Samanleggingar eisini týdning fyri Føroyaøkið

Stórar broytingar henda í oljuheiminum við uppkeypi og samanleggingum av feløgum. Henda gongdin kann eisini fáa týdning fyri leitingina á Føroyaøkinum. Tað kann ganga báðar vegir, men í fyrstu atløgu tykist hetta at kunna gagna leitingini, tí tað í fleiri førum verða størri og sterkari feløg, sum eru við í leitingini

Olja

Tað sýnist ikki sum at tíðin er farin frá sokallaðu ?mergjarunum? í oljuvinnuni tvs. hetta við at keypa upp smærri oljufeløg og leggja tey saman við størri feløgum. Hetta er so eisini nakað, sum rakar fleiri av oljufeløgunum, ið arbeiða á føroyska økinum ella í grannalagnum. Fleiri ?mergers? tvs. yvirtøkur ella samanleggingar eru í gongd. Texaco og Chevron leggja seinastu hond á samanlegging. Tað sama gera Conoco og Phillips. Og BP hevur eisini keypt upp stóran part av týska Veba Oil, meðan Pan Canada er við at keypa upp restina av tí felagnum. Um hetta er gott ella ringt fyri áhugan og royndirnar at leita eftir olju her hjá okkum ber so til at hava ymsar metingar um. Texaco fekk einki loyvi í 1. útbjóðing men tykist framvegis liggja uppá lúr. Tað skal bora í bretskum øki í summar tætt upp at føroyska markinum í summar. Eitt møguligt fund har kann fáa stóran týdning fyri okkum. Chevron hevur ikki havt stórvegis áhuga fyri Atlantsmótinum, men við at leggja saman við Texaco kann hetta broytast, soleiðis at tú her fær tvey stór oljufeløg inn í øki ístaðin fyri bara tað eina.

Conoco hevur verið her áður og søkti um loyvi saman við Texaco. Tað gav sum sagt ikki úrslit. Við at leggja saman við Phillips verður tað so aftur partur av leitingini her. Tvs. at her verður støðan eisini styrkt.

Veba hevur verið partur av Statoilbólkinum og verður leitiparturin keyptur upp av Pan Canada verður áhugavert at síggja, um hetta felagið eisini fer at koma inn á føroyska økið. Felagið er júst vorðið virkið á bretska landgrunninum og gjørdi herfyri eitt stórt fund í Norðsjónum.

Nú ljóðar, at tvey av feløgunum, sum eru við í 1.útbjóðing her hjá okkum, eru hugað fyri at keypa upp eitt felag, sum eisini er virkið um okkara leiðir. Talan er um Enterprise, sum er partur av Statoilbólkinum. Bæði Statoil og Agip eru sinnað til at keypa Enterprise. Bretska ávísin The Business metir, at Statoil er sinnað til at keypa Eneterprise fyri 40 milliardir krónur. Hetta verður sostatt størstda keypið ein norsk fyritøka ger í útlandinum. Sambart BBC sunnudagin er eisini Agip sinnað at keypa Enterprise, sum herfyri fekk nýggjan stóran. Tað var Sam Laidlaw, sum vitjaði í Føroyum fyri nøkrum árum síðani, tá hann var ein av ovastu stjórunum í Amerada Hess. Fyri kortum fór hann frá Hess til Enterprise.

Dana meira virkið
Tað frættist eisini, at breska oljufelagið Dana Petroleum, sum eigur part av Føroya Kolvetni og sum er tøkniligi og strategiski partnarin hjá felagnum og hvørs eini stjóri er Graham Stewart, ið eisini er nevndarformaður í Føroya Kolvetni. Sambart Press and Journal skal Dana Petroleum hava keypt fleiri av loyvunum hjá Agip í bretskum sjógvi fyri eitt samlað virði uppá 500 mill. kr. Við hesum keypinum tvífaldar Dana sín lut í olju- og gassfundum í Bretlandi til seks við eini dagligari framleiðslu uppá 20.000 tunnur. Tom Cross, stjóri hjá Dana sigur við Press and Journal, at teir fara at brúka økta peningastreymin til leiting í Europa og Afrika. Umboð fyri Agip sigur, at sølan til Dana merkir ikki, at felagið hevur mist áhugan fyri bretska landgrunninum. Felagið er í ferð við at rationalisera og fer framhaldandi at gera íløgur í hesum øki. Í 2000 keypti Agip felagið British Borneo og í fjør Lasmo. Tað eru loyvi hjá hesum feløgum, sum Agip nú sleppur sær av við.

Sum sæst henda framhaldandi stórar broytingar í oljuheiminum. Og hesar broytingar umfata eisini fleiri av oljufeløgunum, sum eru virkin um okkara leiðir. Um hesar mongu broytingar í longdini eru ein fyrimunur fyri leitingina á landgrunninum vil tíðin so vísa. Men sterkari feløgini, sum eru við í leitingini í Føroyum, eru bæði tøkniliga og fíggjarliga, tess størri skuldi samlaða orkan verið at gera íløgur í hesum nýggja og jomfrúuliga økinum.