Samanta Fox, sum í 80’unum var eitt av stóru pop-idolunum – kanska serliga hjá ungum mannfólki – taldist millum útlendsku nøvnini á Voxbotn í ár.
Hóast hon er bæði eld og minkað, síðani hon hittaði kring allan heimin við Touch Me, so var ein farri av nostalgi yvir tí heila, nú hon skuldi standa á føroyskum palli, men tað er synd at siga, at talan var um nakra succés.
Samantha hevði ilt við at raka tónan í løgunum, sum hon framførdi, og heldur ikki gekst altíð líka væl at standa á stilettunum.
Fyri mong mundi hetta var lágpunkið á Voxbotn, og sambært fyriskiparunum hevur enska songkvinnan biðið um umbering fyri framførsluna.
- Hon er ómetaliga kedd av tí, sum hendi, og hon hevur biðið um umbering, sigur Petur Slyne, sum er ein av fyriskiparunum, við Sosialin.