Sambýlið ? endiliga gav tað úrslit

Tummas Eli H. Joensen

Ein borgarafundur var á Strondum fyri eini tíð síðani. Her fekk bygdarráðið eina greiða ábending um, at ein broyting mátti fáast í raðfesting-ina hjá kommununi. Fólkið á fundinum gav klárt til kennar, at tað tey vildu hava, var eitt sambýli. Viljin hjá fólkinum var, at hetta sambýlið skuldi setast fyrst á dagsskránna. Fleiri av bygdarráðslimunum góvu, á fundinum lyfti um, at ein broyting skuldi gerast í raðfestingini.
Eina tíð eftir hendan fundin, fekk bygdarráð-ið eisini hópin av undirskriftum, ið talaðu fyri, at her var eitt stórt ynski um at fáa hetta sambýlið bygt.
Tey eldru vístu okkum bygdarráðslimum, at tað at tey hava klárað sjálvi at fingið til vega og rikið eitt pensionistahús, ikki var eindømi um, at tey høvdu ein sterkan vilja og handlikraft.
Tey hava víst okkum ungu, at vil ein nakað, so er at bretta upp um armar og fara í gongd. Hetta er rós vert og mugu vit ungu taka hetta til okkum sum virðismiklan lærdóm og bar-last til framtíðina.

Hvussu hevur gingist eftir hetta?
Bygdarráðið samt um, at eitt sambýli skal byggjast. Eftir eina slíka semju, er nógv at fáa uppá pláss og tí, tíverri fyri tann ótolna borgar-an, tekur hetta alt ov langa tíð.
Vit kunnu nú staðfestað, at avgerð er tikin um, hvar sambýlið skal byggjast. Grundøkið er fingið til vega og projekteringin er komið langt ávegis.
Tí kunnu vit í Sjóvar kommunu fegnast um, at eitt sambýli verður bygt, og vit kunnu gera okkum klár til at verða til staðar, tá spakin skal setast í.