Sambýli karmur um rørslutiltak

Í samband við útivikuna 23. til 29. mai, vera sambýlini hjá Nánd karmur um rørslutiltak.

Í samband við útivikuna 23. til 29. mai, vera sambýlini hjá Nánd karmur um rørslutiltak, hvønn dag í vikuni frá kl. 16.00 til 17.00.

 

 

Rørslutiltakið hevur til endamáls at fáa fólk, ið hava rørsluførleika, at hjálpa eldri fólkum, ið hava skerdan rørsluførleika, at røra seg uttandura. Talan kann vera um eitt nú at ganga stutt fet í túninum, at geva stuðlandi hond til fólk við rollatori ella at trilla fólk í koyristóli. Aftaná verður ein drekkamunnur at fáa, sigur Nánd í tíðindaskrivi.

Yngri sum eldri borgarar í kommununum eru vælkomin at geva sína orku til búfólk á sambýlunum:

  • Giljagarður í Leirvík kl. 16 – 17

  • Gøtubrá í Norðragøtu kl. 16 - 17

  • Vesturstovu í Fuglafirði kl. 16 - 17