Samband er millum partarnar

Ósemjan millum Starvsmannafelagið og Innkrevjingardeildina á Toll- og Skatt stendur við og formaðurin í Starvsmannafelagnum vil ikki meta um, nær ein loysn fæst á málinum. ? Men tað er samband millum partarnar, sigur Gunnleivur Dalsgarð

Ósemjan millum Starvsmannafelagið og Innkrevjingardeildina á Toll- og Skattstovu Føroya heldur fram, og hóast samband er millum partarnar, so røkist einki fyri nakrari loysn.

Formaðurin í Starvsmannafelagnum, Gunnleivur Dalsgarð, sigur við Sosialin, at hann als ikki torir at meta um útlitini fyri eini loysn í løtuni.

Fyri nøkrum døgum síðani segði hann, at eftir teirra tykki var málið um innkrevjingardeildina farið av sporinum, og at tað tí var umráðandi at fáa málið aftur á beint, áðrenn ein loysn kundi fáast á trætuni um innkrevjingardeildina.

Hóast einki er, sum hevur fingið Gunnleiv av skifta meining í hesum máli, so heldur hann nú, at tað eigur at bera til at fáa eina loysn á trætuni samstundis sum málið um álitisfólkini verður fingið aftur á beint.


Trætan í tveimum

Tá hetta málið byrjaði, var tað eitt trætumál millum leiðaran á innkrevjingardeildini og starvsfólkið. Tá tað ikki eydnaðist starvsfólkinum á deildini at finna eina loysn á trætumálinum, var fakfelagið drigið upp í málið, umvegis álitisfólkini.

Men leiðslan á stovninum var ikki sinnað at tosa við felagið tí leiðslan metti, at hetta var ein innanhýsis spurningur, sum fakfelagið einki hevði at gera við.

Álitisfólkini á innkrevjingardeildini á Toll- og Skattstovuni eru síðani hótt við burturvísing, og tað hevur m. a. fingið Starvsmannafelagið at seta seg upp á bakbeinini.

Felagið vil ikki finna seg í, at stovnurin fer við starvsfólkunum á ein slíkan hátt, tí felagið metir, at álitisfólkini hava skyldu at gera sum tey hava gjørt.

Og tí er tað eina málið í grundini farið í tvey. Upprunamálið, sum ikki var so stórt, og eitt fakligt trætumál um hvat fakfelagið kann ella ikki kann.


Álitisfólkini standa saman

Álitisfólkini hjá Starvsmannafelagnum eru ikki í iva um at felag teirra er á rættari kós, og tey taka fult undir við tí, sum nevndin hevst at í hesum máli.

Á fundi í Starvsmannafelagnum heita álitisfólkini í Starvsmannafelagnum á landsstýrismannin í Fíggjarmálum, um at bera so í bandi, at ein skilagóð loysn verður funnin á málinum, og at henda loysn verður funnin sum skjótast.

Álitisfólkini siga í brævinum, at tey fara ongantíð at góðtaka, at álitisfólk verða hótt við burturvísing ella verða flutt í annað starv, fyri at gera sína skyldu.

Grein 3, stk. 6 í sáttmálanum sigur, at álitisfólkini hava rætt og skyldu til at tingast við deildar- og stovnsleiðslur um øll mál, sum hava týdning fyri stovn og starvsfólk. Um álitisfólkini ikki eru nøgd við avgerð leiðslunnar, skulu tey leggja málið fyri felagið, siga tey í brævið til fíggjarmálaráðharran.


Karsten vil tosa

Í gjár segði fíggjarmálaráðharrin við Sosialin, at hann fegin vil tosa við starvsfólkið, men at hann ikki ger tað við teimum treytum, sum starvsfólkið hevur sett.

? Eg haldi tað er løgið, at tey biða um ein fund og samstundis seta treytir fyri at koma á fundin, sigur Karsten Hansen.

Hann leggur afturat, at tá hann fer inn í málið, so er tað fyri at finna eina loysn, men hann ger tað ikki við einum revolvara fyri pannuna, soleiðis at skilja, at allar tiknar avgerðir eru nullstillaðar.

? Men eg eri ovasti myndugleiki á økinum, og kann taka tær avgerðir, sum eru neyðugar, og tað eigur í sjálvum sær at vera nóg mikið sigur Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharii at enda.