Samband við Sambandið

Analysa:

Eftir at Sjálvstýrið sníkti seg út gjøgnum bakdyrnar í sjónleikarhúsinum, verður ein nýggj uppseting av politiska sjónleikinum framførdur fyri Føroya Fólki komandi dagarnar – hesaferð dansar samgongan samba við Sambandinum

Hoyrdi tú í nátt eitt skríggj?

Eitt øtiligt og frumkent primalskríggj - helst frá einum av teimum seks floksformonnunum? Í øllum førur eru vit fleiri sum skilja teir, um so var.

Nú Sjálvstýrið eftir øllum brøgdum ikki kundi semjast um at stuðla samgonguni ordiliga, liggur landið enn einaferð í stjórnarloysi.

Hjá skerdu minnilutastjórnini tykist tíðin nú vera búgvin til at venda sær til annan av hinum báðum andstøðuflokkunum, Sambandsflokkin. Hin andstøðuflokkurin kemur í síðstu røð, tí Fólkaflokkurin er helst hann, sum hevur minst at bjóða sitandi samgongu – politiskt. Harumframt hevur flokkurin á uttasta høgravonginum kanska eisini fyrimun av at halda lágan profil beint nú. Hóast ein politikari sjáldan vinnur nakað við at sita í andstøðu, kann hetta kortini vera ein fyrimunur, ella neyðugt, í sambandi við eitt formansskifti. Fara Jørgen Niclassen og onnur úr Fólkaflokkinum út í Tinganes nú, koma teir báðir gomlu kamphanarnir Óli Breckmann og Bjarni Djurholm inn aftur. Tað líkar ikki Jørgen, sum hevur brúk fyri tíð til at manifestera seg sum formann í Fólkaflokkinum.


Misálit ongin loysn

Sjálvandi ber tað til at leggja fram misálit móti løgmanni. Men hví egentliga? Hann er einasta sjálvsagda løgmansevni, og við einum lítlum baklandi á bert fimm tinglimir, er hann ikki so vandamikil, sum ein løgmaður við einum stórum og sterkum baklandi. Sostatt kunnu flokkarnir, við at samstarvað við hann, fáa rættiliga nógv burturúr – bæði í samgonguskjalinum og í landsstýrinum. Spurningurin er eisini, um hinir stóru flokkarnir kundu blivið samdir um ein annan løgmann.


Ósamdir Kárar

Nógv bendir á, at ósemja innanhýsis í Sjálvstýrinum var orsøkin til, at flokkurin spældi sær av við trumfarnar og nú stendur úti í kuldanum. Kárarnir eru fundamentalt ósamdir um fiskivinnupolitikkin, sum er eitt kardinalpunkt fyri eldra Kára. Men samstundis bendir okkurt á, at teirra politisku ráðgevar hava yvirmett leiklutin hjá Sjálvsstýrisflokkinum. Fólk í samgonguni eru í øllum førum vónbrotin av teimum.

Ongin hevur ráð til at spæla kostbarur í hesum døgum.


Miðflokkin við

Tað er alt um at gera, at fáa frið um tunnilsmálið – bæði í Javnaðarflokkinum og í Tjóðveldinum. Flokkarnir eru rættiliga fegnir um at vera komnir í samgongu saman, og hava eisini fleiri politisk mál, har teir draga somu linju. Bæði fiskivinnu-, búskapar- og skattapolitiskt. Í mun til yvirtøkur, blokkniðurskurð og sosialu málini mugu teir so finna semjur – helst saman við Sambandsflokkinum og Miðflokkinum.

Kemur Sambandið inn í hitan, er hetta kanska ikki so gott fyri sjálvsstýrisvongin í samgonguni. Men hetta verður kortini uppvigað av Miðflokkinum, sum framvegis er sjálvsagdur í samgonguni. Hann hevur higartil víst seg at vera ein loyalur og stabilur samstarvsfelagi, sum báðir hinir flokkarnir vinna av: Tjóðveldi tjóðskaparpolitiskt og Javnaðaflokkurin sosialpolitiskt.


Ómentaðar gíslatøkur

Gerhard, Gerhard. Tú gjørdi tað lort. Tað kann væl vera, at treiski skopuningurin er hetja á Sandsoynni beint nú. Men um eina tíð gongur veruleikin eisini upp fyri teimum omanfyri seks hundrað tunnilsatkvøðunum: at alt rumblið bara hevði við sær, at tunnilin nú er skotin so langt inn í framtíðina, sum ongantíð áður. Hetta var vánaligt politiskt handverk, tí ongin vil vera gísli hjá einari sjálvútnevndari lokalhetju – slett ikki løgmaður.


Hava alt at vinna

Jørgen Niclassen, formaður í Fólkaflokkinum, hevur meldað út, at Fólkaslokkurin ikki ynskir at stuðla verandi samgongu – hvørki so ella so. Sambandsformaðurin Kaj Leo Johannesen hevur hinvegin gjørt greitt, at Sambandsflokkurin er til reiðar at taka upp samráðingar við samgonguna. Men so skal talvan vaskast rein og nýtt samgonguskjal skrivast.

Kemur Sambandsflokkurin uppí, telur samgongan 24 (B við 8, C við 5, E við 8 og H við 3). Vit kunnu tá ímynda okkum eitt landsstýri við 9-10 landsstýrisfólkum: B og E við trimum í part og C og H við uml. tveimum í part, harav C hevur løgmann.

Sambandið og Javnaðurin hava longu prógvað, at teir kunnu samstarva. Hinvegin eru tað nýggir tónar um B og E fara saman. Men tónarnir hava eisini verið nýggir frá Kaj Leo Johannesen seinastu tíðina við tosi um fólkaatkvøðu og grundlóg. Hetta átti at verið átuligt hjá Tjóðveldinum. Harumframt hevur Jenis av Rana longu meldað út, at Sambandið er einasta leiðin nú.

Men í einari slíkari samgongu høvdu sjálvandi verið mál, sum máttu parkerast – eins og etisku málini longu eru tað. Tórbjørn Jacobsen noyðist undir øllum umstøðum at laga fiskivinnuuppskotið munandi til, og Sandoyartunnilin hevði helst eisini verið parkeraður úti í vegjaðaranum saman við Gerhardi, Kárunum og Jørgen.

Nýval høvdu bara miðlarnir og lýsingarfyritøkurnar vunnið av.