Harumframt slapp Jørgen Niclasen eina góðu løtu at borðreiða við fleiri ósannindum viðvíkjandi uppskotinum. Eg gjørdi Útvarpið vart við hetta í einum telduposti. Men Útvarpið letst sum onki. Tí henda rættleiðing til tað, sum varð framborið í tíðindunum.
Fyrsta uppskotið framlagt av ABC-samgonguni í 2007
Lógaruppskot um hetta legði eg sjálvur sum landsstýrismaður í táverandi ABC-samgongu fyri løgtingið 2. nov. 2007. Tað var aftaná eina fundarrøð við partarnar á arbeiðsmarknaðinum, fyri at fáa teir sjálvar at avgreiða málið við tilstundandi sáttmálasamráðingarnar tá. Sambært arbeiðara- og hondverkarafeløgunum vístu arbeiðsgevarar hesum aftur, og vildu tey tí hava løgtingið til at fremja málið. Hesum fekk eg so undirtøku fyri, bæði á landsstýrisfundi og frá teim trimum samgonguflokkunum. Tað eydnaðist tó ikki at fáa málið avgreitt úr Trivnaðarnevndini, áðrenn val varð útskrivað, og tað datt tí burtur.?
Uppskotið til hoyringar hjá øllum pørtum
Uppskotið var sjálvandi til hoyringar hjá øllum relevantum pørtum. Teir søgdu tað sama tá, sum teir hava sagt allar tær nógvu ferðirnar, málið hevur verið í løgtinginum, og teir hava verið innkallaðir í Trivnaðarnevndina: arbeiðsgevarar ímóti - arbeiðara- og hondverkarafeløg fyri – og hvat annað skal man vænta? ?
Landsstýrisfólk nokta at gera sum løgtingið sigur
Bæði í 2009 og 2010 hevur løgtingið samtykt, at landsstýrið skal leggja lógaruppskot um barnsisns fyrsta sjúkradag hjá tímaløntum fyri løgtingið. Men tey bæði landsstýrisfólkini hjá Sambandinum (Johan og Rósa), sum hava fingið hesi boðini frá løgtinginum, nokta at gera sum løgtingið hevur sagt. So er tað nakar, sum ikki bara brýtur parlamentariskar mannagongdir men eisini spottar løgtingsins vilja, so er tað landsstýrið.?
Nei frá Sambandi og Fólkaflokki at vera við
Tað er beinleiðis ósatt, tá løgmaður og varaløgmaður siga, at Sambandið og Fólkaflokkurin ikki vita av uppskotinum. Eg kunnaði teirra umboð í Trivnaðarnevndini um hetta, meðan eg fyrireikaði málið. Og áðrenn eg legði tað á tingborð, spurdi eg bæði Jákup Mikkelsen fyri Fólkaflokkin og Helga Abrahamsen fyri Sambandið, um teir vildu vera við til at leggja uppskotið fram. Teir góvu mær svar dagin eftir: Blankt nei fra Fólkaflokkinum, tí teir tóku ikki undir við slíkari ætlan. Helgi segði mær, at Sambandið segði nei, tí ein landsstýrismaður teirra (!) ikki vildi hava, at slíkt uppskot varð lagt fram. ?
Sambands- og fólkafloksmenn í mongum sjálvdrátti
Tað er tí burturvið av løgmanni og varaløgmanni at briksla mær at bróta nakrar mannagongdir við at leggja hetta uppskot fyri løgtingið. Teir skuldu heldur tikið í nakkan á landsstýrisfólkunum, sum fingu hetta álagt fra løgtinginum, men ikki vilja gera tað kortini.
Annars vita øll, at hesi 2-3 seinastu árini hava fleiri sambands- og fólkaflokstingmenn í sjálvdrátti lagt lógaruppskot fyri tingið. Bæði Edmund Joensen og Anfinn Kalsberg hava lagt lógaruppskot um stríðsmál fyri løgtingið, uttanum samgongu og landsstýri. Jógvan á Lakjuni hevur gjørt tað sama. Eisini tann skikkiligi Helgi Abrahamsen. Og tann óforbetriligi Magni Laksafoss hevur gjørt tað fleiri ferðir. Tað er heldur ikki ókent, at landsstýrisfólk hjá hesum flokkum fleiri ferðir eru komin í løgtingið við málum, sum tey ikki hava fingið undirtøku fyri frammanundan frá samgonguflokkunum.
Landsstýrið er løgtingsins tænari – ikki øvugt
Annars ljóðaði tað í útvarpstíðindunum, sum um løgmaður og varaløgmaður hava misskilt nakað heilt grundleggjandi í politisku skipanini í Føroyum: tað er ikki landsstýrið, sum stendur oman fyri løgtingið og dikterar, hvat løgtingið skal trúgva og gera, men øvugt: tað er løgtingið, sum er arbeiðsgevari hjá landsstýrisfólkunum. Tey eru sett at útinna tær avgerðir, sum løgtingið tekur. Eisini tá tað snýr seg um fyrsta sjúkradag hjá børnum hjá tímaløntum foreldrum.