Bæði Lisbeth L. Petersen, forkvinna í Sambandsflokkinum, og Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum, síggja positivt upp á eina samgongu eftir løgtngsvalið við teimum báðum flokkunum.
Úrslitið í veljarakanningin vísir, at langt hevði ikki verið á mál hjá Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum at skipa eina samgongu einsamallir, men um sjálvstýrisflokkurin kann loysast frá Fólkaflokkinum, so vóru møguleikarnir har.
? Kemur Sjálvstýrisflokkurin inn, so er møguleiki fyri tí gomlu heimastýrissamgonguni. Hon var ikki so galin, og henni hevði eg einki havt ímóti at roynt aftur. Hinvegin mugu vit ongantíð útiloka aðrar, tí tað eru so nógvir møguleikar. Og tað skulu tað eisini vera, sigur Lisbeth L. Petersen.
Jóannes Eidesgaard er ikki eins fegin um úrslitið, men er positivur um eitt samarbeiði við Sambandsflokkin.
? Alternativið er sitandi andstøða. Ein andstøða vil altíð fegin vera alternativ til eina samgongu. Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin hava arbeitt væl saman í andstøðu, so eg hevði fegin viljað í eina samgongu við Sambandsflokkin, og hevði sjálvstýrisflokkurin eisini veirð við, so vóru vit aftur í heimastýrissamgonguni, sigur Jóannes Eidesgaard.
Lisbeth L. Petersen er sera varin og vil hava allar møguleikar opnar.
? Eg vil ikki avvísa eina breiða samgongu millum Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin. Tað hevði verið ein stór samgonga við 23 mandatum. Hinvegin er ikki altíð so gott við so nógvum, tí so vóru ov nógv, sum sluppu at ganga fríhjól.
Tølini mugu ikki gerast ov høg
Sambandsflokkurin hevur í øllum teimum seianstu veljarakanningunum havt høg tøl. Onkuntíð hava tølini verið uppaftur hægri enn hesiferð.
? Hetta sær framvegis gott út. Eg eri altíð nervøs, um tølini vera ov høg, tí vit mugu eisini vera realistisk. Men hetta er virkuliga flott, sigur Lisbeth L. Petersen.
? Vit síggja, at tendensurin stendur við, og tað sær út til, at Sambandsflokkurin fer at vinna valið. Tað merkja vit eisini millum fólk. Men tað er einki óvanligt í politikki, at vit síggja eina kraftiga reaktión ímóti tí, sum er hent politiskt. Men so skal eisini leggjast afturat, at vit hava heimsins besti stevnuskrá, og tað telur sjálvandi mest.
Sama bjartskygni er ikki at hoyra frá Jóannesi Eidesgaard. Ein flokkur, sum hevur verið í anstøðu siðani mitt í 90-unum, átti kanska automatiskt at staðið til nøkur eyka-prosent.
? Toganin millum samband og loysing hevur verið mest markanti spurningurin og tað merkir Javnaðarflokkurin avleiðingarnar av, heldur Jóannes Eidesgaard.
Fólkaflokkurin hægri enn vanligt
? 21,1 prosent. Tað er í yvirkantinum av tí, sum veljarakanningar vanliga geva Fólkaflokkinum. Í mun til seinast val standa vit í stað, og tað er gott, tí tað er í valinum, at fólkafloksfólk vanliga vísa okkum álit. Men samstundis haldi eg sjálvur, at ein veljarakanning beint nú, eftir tann turbulensin, vit hava verið ígjøgnum, kann vera merkt av so nógvum. Eg vóni bara, at hetta er ein tendensur, sum heldur, sigur Anfinn Kallsberg, formaður Fólkafloksins.
? Hetta er akkurát sum seinast. Báðir teir smáu flokkarnir eru inni í myndini, og so kanst tú fáa allar kombinatiónsmøguleikar. Tað skal so lítið til. Flytir tú eitt mandat, so er myndin ein onnur. Men tað sær út til eftir hesari veljarakanningini, at teir smáu flokkarnir kunnu gera av, hvør kemur í samgongu, sigur Anfinn Kallsberg.
Til arbeiðis
Jóannes Eidesgaard heldur seg duga at síggja, at bara eitt ódnartak frá øllum javnaðárfólkik kann hjálpa flokkinum.
? Hvørki ein sterkur Sambandsflokkur ella Tjóðveldisflokkur kunnu loysa sjálvstýrisgongdina. Miðjan má við, heldur Jóannes Eidesgaard.
- Nú er at fara til arbeiðis og fáa ruddað upp í tølunum, sum kanningar seinastu tíðina hava víst, sigur Jóannes Eidesgaard.