Sambandið og Tjóðveldi fáa meiriluta

Ein meiningakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Dimmalætting, sigur, at Sambandsflokkurin og Tjóðveldi fáa 18 av teimum 33 tinglimunum Sambandsflokkurin og Tjóðveldi høvdu havt meiriluta í Løgtinginum, var val í dag. Tað vísir ein veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt, og sum stendur í Dimmalætting.

Eftir kanningini høvdu teir báðir flokkarnir fingið níggju tinglimir í part og sostatt meiriluta í Tinginum. Tann stóri taparin sambært kanningini er Javnaðarflokkurin, sum fær 16 prosent og fimm tinglimir. Fólkaflokkurin fær góð 19 prosent og seks tinglimir, og Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin fáa hvør síni seks prosent og tveir tinglimir í part.

Sambært kanningini hava rættiliga nógvir veljarar ikki tikið støðu enn. Tað eru serliga fólk, sum valdu Javnaðarflokkin ella Tjóðveldisflokkin seinast.