Johan Dahl, landsstýrismaður, ætlar nú at yvirtaka málsøkið um loðsar umborð á skipum, sum sigla ímillum oyggjarnar í Føroyum og inn í havnir og út aftur. Tjóðveldi hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at krevja loðs umborð, tá ið skip við óroyndum skipara sigla á føroyskar havnir og avstað aftur.
Tjóðveldi sigur, at øll skip, yvir 50 BRT/GT, skulu hava loðs, tá siglt verður inn og út av havnum í Føroyum.
Men skip við skipara ella stýrimanni, ið hevur siglt í somu havn minst tríggar ferðir hesi seinastu fimm árini, skulu ikki hava loðs.
Johan Dahl mælir flokkurin til at taka uppskotið aftur, tí hann sigur, at tað er ov ófullfíggjað.
Eitt nú sigur Tjóðveldi einki um, hvør er mynduglegikin á økinum og hvør skal hava ábyrgdina av at tilnevna loðsarnar. Tað verður heldur onki sagt um, hvør skal hava eftirlit við skipanini.
Tað verður heldur einki sagt um, hvussu loðsskyldan skal útinnast, um hon skal verða undir landinum, undir kommununum, undir havnunum, ella um hon skal vera privat.
Ein annar spurningur er, hvør hevur ábyrgdina mótvegis tryggingini, skuldi tað hent, at ein loðsur leiðir eitt skip í óføri.
Hinvegin hevur Johan Dahl sjálvur mælt til, at málsøkið verður yvirtikið og hann er farin undir tað fyrireikandi arbeiði.
Tað hevur hann eisini lagt fyri landsstýrið.
Hann lovaði at leggja uppskot fyri Løgtingið á ólavsøku um hetta.
Í løtuni er hetta danskt málsøkið, sum er serstakliga fløkt og dýrt og tí heldur hann, at vit eiga at gera eina skipan, sum er laga til føroysk viðurskifti, men sum kortini lýkur øll krøv.
Tjóðveldi vil ikki taka uppskotið aftur, tí tey halda, at uppskotið skal viðgerast og so verður tað tikið haðani frá.