Sambands- og Javnaðarflokkurin gera okkum føroyingum fyri skommum á Fólkatingi

Sambands- og Javnaðarflokkurin gera okkum føroyingum fyri skommum á Fólkatingi.

Og hetta meini eg við at tey bara royna at fáa so nógv frá Danmark sum møguligt. Hvat er tað, Edmund førir fram: »Vit skulu gera sambondini við Danmark fastari og fastari«. Eg hoyri onki annað.
Vit hava brúk fyri sjálvstýrisrøddum á Fólkatingi, ikki eina samband- ella javnaðarrødd, sum ongin danskari kann hava virðing fyri. Maðurin og eg hava búð í Íslandi í eitt ár, og tað er ein sonn fragd at síggja hugburðin har, so jaligur. At kunna keypa frískar vørur, framleiddar í landinum, jú teir kunnu saktans vera ernir av at vera íslendingar, at so nakrir »skurkar« gjørdu sær dælt og stjólu eina rúgvu, tað kann tann vanligi íslendingurin ikki gera so nógv við. Men teir geva ikki upp, men bróta upp um ermar, og halda áfram at arbeiða, og teir skulu eisini klára tað kreppu teir eru í.
Vit føroyingar mugu framleiða meira, og gevast at innflyta allar vørur, tað kann aldrin vera gott fyri økonomiin. Vit kunnu dyrka jørðina, so sum eplir, gularøtur, kál, og nógv annað sum veksur her, og framleiða ymist, so hava vit arbeiði til allar hendur. Sjálvandi má løgtingið gera tað møguligt hjá vinnuni at yvirliva og ikki brandskatta og við avgjøldum drepa tað heila, sum við eggunum á Velbastað og onnur ting, tað gekk jú fínt við mjólkini, tá lógin hjálpti til, við at seta prísin upp á tí donsku mjølkini.
Hettar ber til allar aðra staðni, so hví ikki hjá okkum? Sjálvandi klára vit tað eisini.
Tað eg legði best merki til í Íslandi var, at hugburðurin og arbeiðsgleðin og áhugin, sjálvt um arbeiðslønin er ógvuliga lá, men nøgdsemi ráddi, sjálvandi er tað altíð nøkur sum altíð grenja. Men her grenja tey flestu og nøgdsemið er hareftir.
Við vinarkvøðu og má Gud signa hvønn veljara, at hann velur rætt hósdagin.