Hjá Sambandsflokkinum merkir tað eina framgongd upp á 4,1 prosentstig í mun til seinasta fólkatingsval, og fyri Javnaðarflokkin eina afturgongd upp á 0,9 prosentstig.
Tjóðveldi verður triðstørstur við 22,2 prosentum, meðan Fólkaflokkurin verður aftastur av teimum fýra stóru flokkunum, sum hava møguleikan at vinna sær ein fólkatingssess við 19,1 prosentum av atkvøðunum.
Kanningin er gjørd 23. til 31. mai. 537 tilvildarliga útvaldir persónar yvir 18 ár eru spurdir.
Úrslitið av veljarakanningini hjá Gallup er hetta:
| Býtið | Munur | Valið 2015 |
Fólkaflokkurin | 19,2 | 0,3 | 18,8 |
Sambandsflokkurin | 27,6 | 4,1 | 23,5 |
Javnaðarflokkurin | 23,4 | -0,9 | 24,3 |
Sjálvstýri | 3,1 | 1,4 | 1,7 |
Tjóðveldi | 22,2 | -2,3 | 24,5 |
Miðflokkurin | 0 | -2,6 | 2,6 |
Framsókn | 4,5 | 1,3 | 3,2 |