Eftirtíðin hevur víst, at teir høvdu rætt. Sambandsleiðslan setti so órímilig krøv, at ikki bar til at reka skilagóðan politikk. At sambandsleiðslan ikki megnaði at fáa greiðu á málsøkjabýtinum, tá borgarliga samgongan varð skipað í 1994, vísir fystu tekini um ódugnaskap - men tað skulu vit lata vit fara.
Tað fyrsta rættuliga stríðsmálið, eftir at samgonga varð skipað, var tá Edmund Joensen hótti við nývali, tá Javnaðarflokkurin legði broytiongaruppskotið um setan av stjórnmálanevnd fram.
? Hann vildi als ikki, at ríkisrættarligu viðurskiftini so frægt sum skulu kannast! Slíkur politikkur er niðurbrótandi - tá er tað, sum hjá henni hjá Esmar Eysturoy:
? »Eg veit, at tit hava tey bestu argumentini - men eg havi rætt?!«
Hvussu er og ikki, so var Edmund Joensen ikki einsamallur. Bjørn á Heygum, og eitt nú Atli Hansen, sum formaður í tingbólkinum, høvdu møguleikan at seta formannin upp á pláss, um teir veruliga ynskstu, at Sambandsflokkurin í framtíðni skuldi kunna samstarva við aðrar flokkar. Og havandi í huga undirtøkuna, sum Edmund Joensen fekk á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum í februar í ár, so tók meirilutin undir við honum og leið hansara!
Sambandsfólk hava harvið valt. Tey hava valt linjuna hjá Edmund Joensen.
Bjørn á Heygum er kendur fyri at kunna taka harðliga til orðanna. Hann er kendur fyri at siga sína meining hart og kantant - og hvat gott, vit enn kunnu halda um tað, so er tað ikki júst tað, ið eyðkennir ein politikara við ávirkan. Eftir øllum at døma er Bjørn á Heygum komin til ta niðurstøðu, at hann ikki hevur politikaraformatið?
Men eftir stendur, at landsfundur Sambandsfloksins valdi oyðirmarkarkósini hjá Edmundi Joensen - og tað kunnu nú ganga nógv ár, áðrenn nakar torir at samstarva við Sambandsflokkin aftur.