Sambandsflokkurin á Fólkatingið hevur slóðað fyri  stórum framstigun innan havgransking

Havgransking hevur havt høga raðfesting í arbeiðinum hjá Sambandsflokkinum á Fólkatingi. Hetta hevði við sær, at seinasta heyst vórðu ikki minni enn 14 mió. krónur játtaðar til fýra verkætlanir, ið høvdu til endamáls at styrkja samstarvið millum Føroyar, Grønland og Danmark um havgransking í Norðuratlantshavi. 

 

Føroyar liggja mitt í knútapunktinum, har heitir og kaldirhavstreymar møtast. Millum annað tí er tað natúrligt, at havgransking verður miðsavnað her, og tað gleðiliga er, atføroyskir stovnar eru partur av teimum fýra verkætlanunum, sum fingu játtan seinasta heyst. 

 

Seinast tá Edmund Joensen hevði sæti á Fólkatingi vóru slakar 20 milliónir krónur játtaðar til havgransking tær báðar seturnar, hann var valdur. Stuðulin til havgransking datt tíverri niðurfyri, tá Sambandsflokkurin misti sítt umboð í 2015. Men málið varð tikið uppaftur, tá Sambandsflokkurin endurvann sætið á Fólkating í 2019, og tað eydnaðist at fáa 25,5 milliónir krónur settar av til havgransking í Norðuratlantshavi á fíggjarlógini fyri 2020.

 

Játtanirnar frá fyrru setunum hava fíggjað fleiri ph.d. og post.doc. ritgerðir, og nú eru tvær ph.d. og tvær post.doc. ritgerðir afturatfíggjaðar. Restin av teimum 25,5 mió. kr. verða tøkar at søkja í ár og næstu árini.

 

Sambandsflokkurin fer at halda fram við hesum arbeiðinum, um vit endurvinna fólkatingssessin.

 

 

 

Helgi Abrahamsen

valevni fyri Sambandsflokkin