Allir føroyingar vita innast inni, at avleiðingarnar av skerjingini og fastfrystingini av blokkinum, nú tað sansar at fíggjarliga, síggjast aftur í játtanunum til eitt nú Sjúkrahúsverki, Almannaverkið og Skúlaverkið, og ikki minst í hallinum á fíggjarlógini.
Skerjingin og fastfrystingin hevði nevniliga við sær, at landskassin seinastu fáu árini er drenaður fyri 3,8 milliardir krónur. Bara í 2009 hevði blokkurin verið heilar 597,5 milliónir hægri, enn hann er, var avgerðin um at skerja og fastfrysta blokkin ikki tikin. Hesi tøl hevur Fíggjarmálaráðið nágreiniliga rokna út, og eru tølini at finna á heimasíðu Føroya Løgtings undir skrivligu fyrispurningunum nr. S24/2009 og S25/2009, sum fíggjarmálaráðharrin svaraði á Løgtingi 17. apríl 2009.
Inniverandi ár hevur Løgtingið kent seg noytt til at skuldarbinda landskassan og harvið eftirtíðina við 500.000 milliónum krónum fyri at rinda hallið á fíggjarlógini og halda samfelagshjólunum malandi. Skuldarbindingin er sjávlsagt ein fylgja av m. a. skerjingini og fastfrystingini av blokkinum. Fíggjarlógarhallið og harav fylgjandi skuldarbindingin verður, sum útlitini eru, ikki minni í 2010. Talan verður sostatt um eina heila milliard krónur ella meira í skuldarbinding, eftir bert tveimum árum.
Hettar er tann beiski veruleikin, vit noyðast at fyrihalda okkum til.
Boðskapurin frá Sambandsflokkinum.
Sambandsflokkur hevur tí mælt sínum samgongufeløgum til at tiðna blokkin upp aftur, og soleiðis bøta um tann skaða, sum avgerðin um at skerja og fastfrysta blokkin hevur havt við sær. Við øðrum orðum, so velur Sambandsflokkurin sosiala vælferð og samfelagsmenning í ríksfelagsskapi framm um loysingartilgongdina, sum vísir sítt sanna andlit, nú tað sansar at fíggjarliga. At hinir báðir flokkarnir í samgongu og loysingarflokkarnir í andstøðu ikki eru av somu áskoðan og Sambands-flokkurin, er so ein politiskur veruleiki, vit mugu fyrihalda okkum til. So einfalt er tað.
Fjølmiðlarnir reingja veruleikan.
Tí er tað burtur úr vón og viti, at fjølmiðlarnir lata seg draga eftir hárinum av loysingarflokkunum, og kropp á kroppi gera málið um upptiðningina av blokkinum til ein innanhýsis trupulleika í Sambandsflokkinum og í samgonguni.
At loysingarflokkarnir hava ein forkláringstrupulleika mótvegis teimum borgarum, sum nú kenna sviðan av skerjingini og fastfrystingini av blokkinum, eins og loysingarflokkarnir mugu standa til svars fyri tí veruleika, at landskassin við lántøku í løtuni skuldarbindur okkara eftirkomarar við 500.000 milliónum krónum árliga, fyri at kompensera fyri blokkniðurskurðin, er sjálvsagt veruligi trupulleikin hjá loysingarflokkunum. Ein trupulleiki, sum loysingarflokkarnir av øllum alvi royna at tiga burtur og snúgva sær undan.
Sum tað sær út í løtuni, er tað eisini í ein ávísan mun eydnast loysingarflokkunum at krúpa undan ábyrgdini av egnum gerðum við at og ávirka fjølmiðlarnir soleiðis, at miðlarnir flyta fokus frá tí politiska veruleikanum.
Dupultmoralsku fjølmiðlarnir dusa sær.
At tað í løtuni sansar at fíggjarliga í okkara samfelag er eingin loyna. Sjúkrahúsverkið leggur trýst á politisku skipanina við eitt nú at skerja tilboðið av viðgerðum uttanlands, av tí at játtanin er brúkt, eins og talið á skurðviðgerðum í Føroyum eftir øllum at døma verður skert restina av árinum vegna sparingar. Eisini innan almannaøkið verður lagt trýst á skipanina, nú fíggjarorka ikki er til øll tey tilboð, sum uttan iva kundu gagnað brúkarunum. Skúlaverkið, eitt nú Fróðskaparsetrið leggur somuleiðis trýst á, fyri at fáa meirjáttan á fíggjarlógini fyri komandi ár.
Her er tað, at dupultmoralur fjølmiðlana veruliga kemur til sjóndar. Fjølmiðlarnir dusa sær nevniliga í teimum trupulleikum, sum fíggjarliga trongstøðan hevur við sær, men seta kikaran fyri ta blinda eygað, og dyrka íspunnar samgongutrupulleikar og persónsstríð, tá Sambandsflokkurin vísir á orsøkirnar til fíggjarligu trupulleikarnar og roynir at loysa teir, eitt nú við at tiðna blokkin upp aftur.
Persónsmál og stríð geva eftir øllum at døma betur yvirskriftir, krevja lítla arbeiðsorku og selja helst eisini betur, enn djúptøkin journalistikkur og landspolitikkur á hægri støði.
Tí er tað ógvuliga umráðandi, at vit eru kritisk og meta um tilfarið, sum fjølmiðlarnir dagliga royna at selja okkum.
Vit skulu minnast til, at tíðindaflutningur er ein handilsvøra.