Edmund Joensen hevur biðið um farloyvi frá fólkatinginum í eina tíð og tað merkir at tann triðja november fær Sambandsflokkurin nýggjan fólkatingsmann. Tað verður í Magnus Rasmussen. Sum fer at taka sæti á Fólkatingið í eina tíð.
Magnus Rasmussen er lærari og var borgarstjóri í Runavík frá 2009 til 2015, har hann á fyrsta sinni bleiv valdur í Løgtingið.
Hetta er fyrstu ferð, at Magnus Rasmussen skal royna seg á Fólkatingi ivaðist hann ikki í at taka av, tá møguleikin nú kom, sigur hann í eini fráboðan nú fyrrapartin.
Fyribils fólkatingslimurin kemur í eldin beinavegin. Eitt av tí fyrsta hann skal vera við til, er ein spurnartími, har Mette Frederiksen, forsætisráðharri, skal svara spurningurin frá fólkatingslimum, men hann skal eisini vera við á fleiri fundum. Eitt nú skal hann har umboða Føroyar, tá ið allir norðurlendsku sendiharrarnir kunna um teirra ætlanir fyri arktisk, og hvussu teir halda, at norðurlendska samstarvið í Arktis kann mennast.
Fólkatingið skal samtykkja, at Magnus Rasmussen tekur sæti á Fólkagingi, men er ein avgreiðsluspurningur, tí tað verður altíð samtykt, at varafólk taka sæti.
Magnus Rasmussen fekk 520 atkvøður á seinasta fólkatingsvali. Bæði Kaj Leo Holm Johannesen og Bárður á Steig Nielsen, fingu fleiri atkvøður, men teir fáa ikki møtt, tí teir eru ávikavist landsstýrismaður og løgmaður.