info
Ongi úrslit

Sambandsflokkurin fær ein frammaná í veljarakanning

Miðflokkurin gongur fram, Fólkaflokkurin gongur nakað aftur, meðan Sambandsflokkurin fær ein ordans frammaná í veljarakanning

Eirikur Lindenskov
23. september 2021 kl. 16:54

Um val var í dag, so hevði samgongan millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin fallið. Hon hevði bara fingið 15 tingfólk. Stóri taparin er Sambandsflokkurin.

Veljarakanning, sum spyr.fo gjørdi fríggjadagin, gevur Sambandsflokkinum eina afturgongd upp á 7 prosentstig, sum merkir, at flokkurin hevði mist tveir tingsessir og bara fingið fimm tingfólk.

Fólkaflokkurin hevur eisini afturgongd og missir smá tvey prosentstig, men varðveitir síni 8 tingfólk. Miðflokkurin gongur 1,4 prosentstig fram, sum eisini gevur honum sama tingfólkatal.

Stóri vinnarin er Javnaðarflokkurin, sum gongur 8,3 prosentstig fram og fær 30,5 prosent og 10 tingfólk, trý fleiri enn á valinum í 2019. Av andstøðuflokkunum gongur eisini Framsókn fram og fær 2,4 prosent fleiri atkvøður, men er akkurát ov stuttur at fáa triða tingsessin, sum hann so hevði tikið frá Sambandsflokkinum.

Tjóðveldi stendur í stað, og Sjálvstýri hevði ikki komið inn um tinggáttina.

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

Í gjár kl. 07:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Leivur og Poul Andrias hava keypt Kaffihúsið

Í gjár kl. 07:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Ákærdur fyri kynsligan ágang móti 70 børnum í Týsklandi

7 minuttir síðan
Fótbóltur

NSÍ fekk fullan pott móti B68

40 minuttir síðan
Tíðindi

Hans Egede kirkja: Fyrilestur við Jákup Reinert Hansen um Gudmund Bruun

41 minuttir síðan
Fótbóltur

Tað verður ókeypis atgongd á Tórsvølli

1 tími síðan
Tíðindi

Partabræva­markn­að­ur­in held­ur ond­ini und­an amerik­anska vali­num

1 tími síðan
Tíðindi

Fýra funnin deyð eftir vanlukku á norskum boripalli

1 tími síðan
Tíðindi

Flogvanlukka nærindis amerikansku Palm Beach

1 tími síðan
Tíðindi

»Running sushi« við kant­in á før­oyska land­grunni­num?

2 tímar síðan
Tíðindi

Sernámsdeildin skipar telefonráðgeving til dagstovnaøkið

2 tímar síðan
Tíðindi

Bakkafrost økti rakstrarúrslitið við 106 milliónum

2 tímar síðan
Tíðindi

– Eg havi brølandi ADHD – hjálpin má koma fyrr

2 tímar síðan
Tíðindi

Fýra før­oysk tón­lista­nøvn seta kós móti Ice­land Air­waves hesa vikuna

2 tímar síðan