Sambandsflokkurin er tann, sum í nýggjastu veljarakanningini fær mest burturúr. Tí kanningin gevur flokkinum eina framgongd upp á 2,3 prosent.
Soleiðis vinnur flokkurin innaftur part av tí, sum flokkurin misti á valinum 1. september. Tá var afturgogdin stór, 6 prosentstig. Tað kostaði flokkinum tveir tingsessir, eins og flokkurin eisini misti tveir landsstýrissessir og løgmann, tá flokkurin misti stjórnarvaldið.
Eftir valið legði Kaj Leo Holm Johannesen frá sær sum løgmaður, og Bárður Nielsen varð valdur til nýggjan formann. Um tað er orsøkin til framgongdina skal vera ósagt. Men flokkurin er sambært veljarakanningini farin frá at vera fjórðstørsti flokkur til saman við Tjóðveldi at vera næststørsti flokkur í Føroyum.
Meira kann lesast um veljarakanninga í Sosialinum, sum Posta ber til haldarar í dag og sum verður at fáa í blaðsølum kring landið í dag: