Sambandsflokkurin gjørdi rætt

Á seinasta løgtingsvali, 20. januar 2004, bleiv Sam­bands­flokk­urin størstur við 7.501 stemm­um, 580 stemmur framm­an fyri næststørsta flokk, Javnaðarflokkin. Sam­bands­flokk­urin kom í breiða samgongu og fekk lands­stýr­is­menn í fíggjarmálum og fisk­i­vinn­u­málum. Bárður Niel­sen og Bjørn Kalsø hava røkt hesar landsstýrissessir fyri­myndarliga.

Bjarti Thomsen

Nólsoy, form. í Føroya Væl, valfelag Sambandsfloksin í Suðrstreymi

 

Men boð eru eftir góðum fólki. Bárður bleiv ‘head­hunt­­að­ur’ og fekk tilboð um sera avbjóðandi starv fram um ein hóp av væl­kval­­i­­fi­ser­að­um um­søkj­ar­um. Tískil segði hann lands­stýr­­is­sess­in frá sær, hóast hann treivst í hesum starvi.

So mátti annað fólk finn­ast í staðin. Tingmanning Sam­bands­floks­ins vísti bein­an­veg for­mann­i­num Kaj Leo Johannesen álit, men hann bar seg undan, tí trygd fekst ikki fyri, at Sam­bands­flokk­ur­in varð­veitti ting­ses­sin hjá formann­i­num.

Á spennandi fundi tað mesta av einum fyrraparti, har nógv nøvn vóru á skránni, samdist leiðslan í Sam­bands­flokk­inum um at peika á Magna Laksafoss sum nýggjan lands­stýr­is­mann. Fá fólk í Føroyum munnu vera so væl kval­i­fi­ser­að til hetta starvið sum Magni. Magni er útbúgvin cand. polit. (tjóðar-bú­skap­ar­frøð­ing­ur) frá lærda há­skúl­a­num í Keyp­mann­a­havn og hevur arbeitt innan hetta øki bæði í Føroyum og í Grønlandi. Magni hev­ur eisini royndir frá nógvum ym­isk­um greiningum um før­oyska og grønlendska bú­skap­in og eisini sum lim­ur í Búskaparráðnum. Tí­skil er hann sum skrædd­ar­a­seym­að­ur til starvið sum lands­stýr­is­maður í fíggjar­mál­um.

Sum formaður í velj­ar­a­fel­ag Sambandsfloksins í Suð­ur­streymi vil eg hervið ynskja Magna Laksafoss hjart­a­liga tillukku við nýggja starvinum og blíðan byr við hesi stóri av­bjóð­ing.

Sambandsflokkurin tók røttu avgerðina, og hetta kem­ur at styrkja flokkin enn meir. Vilt tú verða við til at styrkja Sam­bands­flokk­in kann tú gerast limur á heimasíðuni www.samband.fo ella ringja á tel. 318870 ella 312492.