Sambandsflokkurin: Hálva millión í halli

Kassameistari Sambandsfloksins legði á landsfundinum í Øravík fram ein roknskap, sum vísti eitt hall upp á knappa hálva millión seinasta árið. Tað varð hildið at vera at ganga frá góðum, gomlum sambandssiði, sum er at vera sparin

Edvard Joensen

frá landsfundi Sambandsfloksins í Øravík


Kassameistari Sambandsfloksins, Maria Hansen, legði fram ein roknskap, sum vísti eitt hall upp á góðar 400.000 krónur. Tað var líkt til, varð sagt úr salinum, at gingið var frá góðum, gomlum sambandssiði at vera sparin.


Kassameistarin segði, at hetta stóra hallið stavaði frá einum nýskipanaruppskoti, flokkurin hevði gjørt í seinasta árið. Tað kostaði flokkinum umleið eina hálva millión, varð sagt.


Tá Edmund Joensen, formaður, setti landsfund Sambandsfloksins ár 2000 segði hann, at tað hevði verið ein læruríkur túrur suður við Smyrli. Tað kundi læra tey, sum búgva í meginøkinum, hvussu ferðasambandið er til ta týdningarmklu oyggj, sum Suðuroyggin er.


Tað, hann sipaði til var, at túrurin suður við Smyrli hevði verið heldur baldrutur. Fundurin varð seinkaður einar tveir tímar, orsakað av, at Smyril var so seinur við fundarluttakarunum.


Men ikki bilti kortini. Tá fundurin varð settur, varð sungið. Og væl varð tikið undir.


Fyri fyrstu ferð var pressan boðin við til ein landsfund hjá politskum flokki í Føroyum. Eisini sjálvan aðalfundin. Floksskrivarin, Helgi Abrahamsen, metti í røðu síni, at tað hevði týdning, at fjølmiðlarnir vóru við á slíkum fundum. Bæði fyri flokkin og fjølmiðlarnar, tí báðir partar hava brúk hvør fyri øðrum, helt hann.


Men ásannast mátti, at ikki var áhugin frá fjølmiðlunum stórur. Bara Tíðindablaðið Sosialurin hevði umboð á fundinum.


Helgi Abrahamssen, floksskrivari fegnaðist í røðu síni um Internetið, har Sambandsflokkurin er væl við. Hann segði frá, at flokkurin hevur egna heimasíðu, sum verður dagførd hvørja viku. Onkuntíð fleiri ferð um vikuna.


Hann segði eisini frá, at Sambandsflokkurin í dag hevur umleið 1.000 skrásettar limir. Av hesum eru umleið 60 fólk vorðin limir eftir at hava sæð heimasíðu floksins á Internetinum, segði hann.


Á aðalfundinum stóðu formaðurin í landsfelag Sambandsfloksins, Edmund Joensen, og næstformaðurin, Trygvi F. Guttesen, fyri vali.


Landsnevndin skeyt upp afturval. Einki annað uppskot var, og vóru teir afturvaldir uttan mótvalevni.


Grannskoðarin, Pauli Ellefsen, og varagrannskoðarin, Ásmund Joensen, vóru somuleiðis afturvaldir uttan mótvalevni.


Eftir valið tók Edmund Joensen, formaður, orðið. Hann takkaði fyri álitið, sær var veitt. Hann segði tað vera serliga týdningarmikið at vera formaður Sambandsfloksins júst nú, so nógv stendur upp á spæl. Her sipaði hann heilt greitt til fullveldispolitikkin hjá samgonguni.


Edmund Joensen lovaði at tæna flokkinum væl og trúliga.


Hann fegnaðist at enda um, at tað, hóast tað ringa veðrið, vóru umleið 60 fólk møtt á fundi.