Tað tykist ikki vera nøkur semja í Sambandsflokkinum, um hvussu tey trý sjúkrahúsini í Føroyum skulu skipast.
Løgmaður vil hava eina felags leiðslu, meðan Bjørn Kalsø sigur kortanei. Nú tekur býráðspolitikkarin í Havnini, Anfinn Brekkstein undir við løgmanni.
- Sjálvandi skulu vit hava eina felags sjúkrahúsleiðslu, skrivar hann í lesarabrævi í dag, har hann leggir politisku leiðsluna undir at yvirtulka sín leiklut og at fremja yvirstýring, orsaka av lokalum seráhugamálum.
- Taparin í hesum politiska spælinum eru alt sjúkrahúsverkið og sjúklingarnir.
Anfinn Brekkstein leggur Karsten Hansen undir at virka sum fyrisitingarligur stjóri heldur enn landsstýrismaður, har hann millum annað blandar seg í, hvørji viðgerðarøki skulu liggja hvar.
- Í og við, at Karsten kemur úr Norðoyggjum, so virkar hann eisini sum fyrisitingarligur stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og verjir hetta sjúkrahús burturav, skrivar Anfinn Brekkstein.
- Landspolitikarar skulu skapa karmar fyri eitt vælvirkandi sjúkrahúsverk og ikki fremja smálutastýring - tað hava teir ongan førleika til. Vit skulu hava eina felags sjúkrahúsleiðslu, t.v.s. ein sjúkrahússtjóra, og pengarnir, sum eru játtaðir til sjúkrahúsverkið skal koma sjúklingunum til góðar og ikki til fleiri lokalar stjórar og lokal áhugamál, skrivar Anfinn Brekkstein og kemur at enda við einum sparki móti Birni Kalsø og norðoyingum annars:
- Tað skal ikki verða soleiðis, at okkara formaður skal hava munnkurv, bara tí hann sigur Bjørn Kalsø ella øðrum í Norðoyggjum ímóti.