Sambandsflokkurin og monopolið

Á útvarpsrásini FM1 er ein sending eina ferð um vikuna sum kallast “Stjórnin – politikkur á skák”. Í hesi sendingini sita tríggir útvaldir “serfrøðingar” og greina ta politisku støðuna í landinum, meðan ein journalistur fyri tað mesta bara “heldur í mikrofonini”.

 

Í einari av hesum sendingunum, beint fyri summarsteðgin, viðgjørdu teir ríkisrættarligu støðuna, og í tí sambandi varð komið inná “DNA’ið í Sambandsflokkinum”. Har varð millum annað róð framundir, at um Sambandsflokkurin hevði verið stovnaður áðrenn kongaligi einahandilin bleiv avtikin, so hevði flokkurin verið ímóti hesi avtøkuni.

 

At gera sær tankar um, hvat ein flokkur hevði gjørt, um hann hevði verið til áðrenn hann varð stovnaður, gevur onga meining, tí tað kann bara blíva eitt git. Men hinvegin, so kunnu vit altíð hyggja eftir, hvat flokkarnir hava gjørt við ymisk monopol, eftir at teir vórðu stovnaðir.

 

Tryggingarmonopolið

 

Tað eru 34 ár síðani Sambandsflokkurin legði uppskot fyri Løgtingið um at avtaka tryggingarmonopolið í Føroyum. Av teimum fimm flokkunum sum vóru umboðaðir í Fíggjarnevndini tá, var tað bara umboðið hjá Sambandsflokkinum, sum tók undir við uppskotinum, meðan umboðið hjá Kristiliga Fólkaflokkinum vildi taka støðu í tingsalinum. Umboðini hjá Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum (flokkunum hjá tveimum av “serfrøðingunum” á FM1) søgdu, at landsstýrið arbeiddi við at broyta tryggingarlóggávuna, og tí skuldi hetta bíða. Umboðið hjá Tjóðveldisflokkinum (flokkinum hjá triðja “serfrøðinginum”) segði bart út, at hann var ímóti at avtaka monopolið.  

 

Telefonverkið

 

Í 1997 (meðan Sambandsflokkurin stóð á odda fyri landsstýrissamgonguni) fingu Føroyar eina nýggja fjarskiftislóg, sum hevði til endamáls at skapa fortreytir fyri frælsari kapping á telefonøkinum. Samtíðis bleiv gamla Telefonverkið umskipa til alment partafelag.

 

Útvarp og sjónvarp

 

Í sama valskeiði blivu monopolini hjá bæði Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya avtikin. Umboðini hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldisflokkinum í Mentanarnevndini mæltu løgtinginum frá at samtykkja tað uppskotið, men tað vóru kanska fleiri orsøkir til tað.

 

Eg minnist at onkur var so bangin fyri at loyva øðrum framat einum útvarpssendara, at viðkomandi vildi hava tað at standa í lógini, at tey sum fingu loyvi at senda, skuldu í minsta lagi einaferð um tíman siga, hvør sendistøðin var. Hetta skuldi tryggja, at fólk ikki blivu leidd í óføri, tá tey í góðari trúgv hildu seg lurta eftir óhefta Kringvarpinum, og so vísti tað seg at vera onkur annar. Helst er hetta orsøkin til, at sendingin “Stjórnin – politikkur á skák” enn tann dag í dag bæði byrjar og endar við orðunum “Tú lurtar eftir FM1”.

 

Støðan í dag

 

So seint sum á vári í fjør samtykti sitandi landsstýrissamgonga at broyta elveitingarlógina, soleiðis at onnur enn SEV skuldu ikki hava loyvi til at seta vindmyllur upp í Lamba og leiða streymin gjøgnum egnan kápil til Fuglafjarðar. Nei tá var betri at brenna tungolju í Fuglafirði og varðveita monopolið.

 

Í seinastu tingsetu høvdu Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin eitt uppskot um at skipa ein føroyskan elmarknað. Men tað uppskotið feldi samgongan í mars í ár, hóast uppskotið var í samsvari við semjuna sum er gjørd millum landsstýrið, Føroya Kommunufelag og SEV. Og hyggja vit í løglistan fyri komandi tingsetu, so stendur einki har um, at landsstýrið ætlar at gera nakað við hetta málið í hesi tingsetuni. – Tey vilja heldur varðveita monopolið.

 

Ikki neyðugt at gita

 

Tað gevur onga meining at sita og gita, hvat Sambandsflokkurin ella onkur annar flokkur hevði gjørt, um hann hevði verið stovnaður áðrenn 1856, tí tað veit eingin. Men tað er sjón fyri søgn, hvat flokkarnir hava gjørt við ymiskar monopolstøður í Føroyum síðani teir vórðu stovnaðir.

 

 

 

Helgi Abrahamsen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin