Sambandsflokkurin ynskir at skapa tær bestu fortreytirnar fyri vinnulívinum í landinum. Teir bestu karmarnir skulu setast upp, soleiðis at vinnan kann menna seg á allarbesta hátt.
Tað almenna skal ikki reka vinnulív, tí tað eru teir privatu bestir til, um teir fáa loyvi til tess. Landið skal ikki leggja meinbogar í vegin fyri vinnulívinum við avgjøldum og øðrum hindringum, men skal stuðla upp undir.
Allar royndir við einari samanblanding millum landskassa og vinnulív eru misseydnaðar og tí skulu vit forða fyri hesum.
Spurningurin er so, hvussu skal tað almenna stuðla vinnulívinum? Tað er ein almenn skylda at skipa fyri, at havnaløgini eru so atkomulig sum gjørligt, at vegakervið er heilt útbygt, so vinnan kann virka uttan ampa fyri hesum millum bygdir og oyggjar, soleiðis at flutningskostnaðurin verður so lítil sum møguligt.
Eisini er tað ein skylda, at tað almenna veitir eina so góða skúlaskipan sum gjørligt, fyri at vinnulívsfólkini og starvsfólk teirra hava eina so góða útbúgving sum yvirhøvur møguligt.
Uttan eitt vælvirkandi vinnulív verða heldur eingin vælferð fyri tað samfelagið og eitt av høðusmálunum hjá sambandsflokkinum er at gera góðar karmar fyri vinnuna fyri at kunna hava vælferðina fyri tað føroysa fólki í hásæti.
Sambandsflokkurin vil eisini virka fyri, at tað ikki eru bert tey fáu, s
um kunnu virka og eiga vinnulívið, men at vit í framtíðini skulu fáa fleiri vinnulívsfólk, sum fáa loyvi at reka vinnuvirksemi, uttan tað almenna blandar seg.
Vel vælferð, vel tryggleika, vel sambandsflokkin.