Og tað ríður um snarið, um tað hevði verið Sambandsflokkurin sum fær seinna fólkatingslimin, ella um tað hevði verið Fólkaflokkurin. Javnaðarflokkurin vinnur sambært kanningini púra greitt fyrra fólktingsessin.
Tað kunnu vit lesa úr veljarakanningini hjá spyr.fo, sum varð gjørd mikudagin.
Kanningin gevur Fólkaflokkinum 21,4%. Tað er ein afturgongd í mun til fólkatingsvalið í 2019, tá Fólkflokkurin fekk 23,8%. Tað er ein afturgongd upp á 2,3 prosentstig.
Sambandsflokkurin fær í kanningini eisini 21,4%, sum er ein afturgongd upp á 6,9 prosent. Tann stóra afturgongdin hjá Sambandsflokkinum – sum var størsti flokkurin á seinasta fólkatingsvalið ger, at flokkurin kanska verður nummar trý heldur enn nummar tvey – sum hevði merkt, at flokkurin misti fólkatingssessin.
Javanaðarflokkurin fær í kanningini 29,4%. Tað er ein framgongd upp á 3,8 prosent í mun til seinasta fólkatingsval í 2019 – og harvið verður Javnaðarflokkurin 8 prosentstig framman fyri Fólkaflokkin og Sambandsflokkin.
Sjálvstýri fær bara 0,2% í kanningini, sum er ein afturgongd upp á 1,1 prosentstig.
Tjóðveldi fær í kanningini 20,8%, sum er ein framgongd upp á 2,2 prosentstig – sum merkir, at tað er rættiliga javnt millum teir tríggjar flokkarnar.
Framsókn fær í kanningini 4,1%, sum er ein framgongd upp á 1,7 prosentstig.
Miðflokkurin fær í kanningini 2,5%. Hann stillaði ikki upp á seinasta fólkatingsvalið.
##med2##
Føroyskt fólkatingsval er í veruleikanum ein kapping millum fýra flokkar at vinna tveir sessir. Kappingin er millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi.
Sjálvstýri, Miðflokkurin og Framsókn hava í veruleikanum ongan kjans at vinna sær nakað oman fyri 20 prosent, sum skulu til.
Tí stilla teir smáu flokkarnir ikki altíð upp til fólkatingsval. Men tað kann eisini vera ein vandi í, at smáu flokkarnir ikki stilla upp, tí við at lata fólk fara á val og velja annan flokk, so venja teir sínar viljara við at velja aðrar flokkar, og tað er ein vandi í sjálvum sær.
Sambært kanningini hjá spyr.fo eigur Javnaðarflokkurin fyrra fólkatingsumboðið, meðan tað stendur á jøvnum millum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin um nummar tvey. Her skulu vit geva okkum gætur, at Tjóðveldi í kanningini bert er 0,6 prosentstig aftanfyri. Havandi óvissuna í huga, so er púra opið, hvør av teimum trimum flokkunum hevði funnið seinna fólkatingsessin.