Sambandsflokkurin: Umsetilig fiskirættindi

Sambandsflokkurin hevur í dag lagt eitt uppskot fram um, hvussu fiskivinnan skal skipast í framtíðini

Fiskirættindi skulu kunna seljast millum feløg og tey, sum fáa rættindi skulu sjálvi avgera, hvussu tey fiska tær kvotur, sum tey fáa.

 

Sambandsflokkurin mælir eisini til, at farið verður frá fiskidagskipanini til eina kvotaskipan. Flokkurin mælir eisini til, at rættindini verða latin feløgum í staðin fyri at lata tey til ymisk skip.

 

Í uppskotinum verður eisini mælt til, at rættindini eru fyri átta ár, og at um tað almenna skal uppsiga rættindini, so skal tað gerast við átta ára skotbráði.

 

Flokkurin sigur, at alt tilfeingið skal uppá land í Føroyum - eisini tað, sum annars verður blakað út- umframt at alt skal virðisøkjast í Føroum. Verður fiskurin avreiddur uttanlands, so skal eitt serstakt  gjald latast fyri tað, eins og um hann fer óvirkaður av landinum.

 

Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, segði á fundi fyrr í dag, at talan er um eitt upplegg til politiskar samráðingar. Farið er ikki í smálutir, tí tað er nakað, sum samráðast skal um.

 

Tilfeingisgjald verður sett eftir einum meðalroknskapi, so almennu Føroyar fáa sín part av tilfeinginum.

 

Eisini er brúksskylda áløgd teimum sum fáa rættindini. Verða rættindini ikki brúkt í tvey ár, so fella tey aftur til landið.

 

Ognarrætturin skal vera føroyskur, men útlendingar kunnu eiga upp til 25 prosent  í einum felag.

 

At enda mælir flokkurin eisini til anti trust lóg, so tað ikki endar við at fáa eitt reiðarí í Føroyum, men at vit framvegis hava ein fjøltáttaða høvuðsvinnu.

 

Nýggj rættindi kunnu seljast eins og ótroytt rættindi eisini verða seld á uppboðssølu.

 

Ein annar stórur partur av uppskotinum sigur, at umsitingarætlan skal gerast og at lurtað verður munandi meira eftir fiskifrøðini.