Sum eitt av valevnum Sambandsflokksins eri eg sera fegin um góða valúrslit flokksins og vil eg nýta høvi at takka hjartaliga fyri dygga stuðulin sum flokkurin fekk kring landið - eisini ein hjartans tøkk til tey, sum stuðlaðu meg persónliga.
Fólkatingsvalið er nú av, og fyri framman stendur løgtingsvalið, sum verður um stutta tíð - áheitan mín til øll tey mongu, sum stuðlaðu Sambandsflokkin til fólkatingsvalið, skal vera: Haldið fast við støðuna soleiðis, at vit fáa eins gott úrslit til løgtingsvalið - føroyingar hava brúk fyri, at Sambandsflokkurin aftur fær sæti í Tinganesi.